Ongland hevur ikki vunnið á italia á útivølli síðani 1961

Í annaðkvøld hittast fótbóltsrisarnir í EM-undankappingardysti í Napoli

Í annaðkvøld klokkan 19.45 bresta Italia og Ongland saman í EM-undankappingarbólki C.

 

Dysturin verður leiktur á Diego Maradona leikvøllinum í Napoli.

 

Lagt er upp til ein javnan dyst, men onglendingar hava avgjørt ikki hagtølini við sær, tá teir møta Italia á útivølli.

 

Ongland hevur nevnliga ikki vunnið á Italia í Italia í 62 ár.

 

Seinast Ongland vann á Italia á útivølli var í tí Harrans ári 1961. Tá vann Ongland 3-2 í einum venjingardysti.

 

Hini liðini í undanbólki C eru Ukraina, Norðurmakedonia og Malta, so Italia og Ongland er favorittar til at vinna seg víðari til EM-endaspælið í Týsklandi, summarið í 2024.