Onkur hál roynast

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men væntandi loysir onkur um vikuskiftið.

 

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap. Skipini hava misjavnan fiskiskap, men tey gera onkur brúkilig hál av og á. 

 

Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Ein minni partur av veiðini hjá teimum er hvítur fiskur.

 

Í løtuni liggja báðir djúpvatnstrolararnir, sum annars plaga at hanga í, men annar fer helst á svartkalvaveiði um vikuskiftið.

 

Teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Væntandi er, at onkur loysir um vikuskiftið.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

Væntandi koma øll trý garnaskipini inn at landa í næstu viku - tvey fyrst í vikuni og hitt triðja síðst í vikuni.