Ikki óvæntað leita enskir miðlar í hesum døgum eftir støðum, sum minna um hana, sum tryggjaði Sunderland 1-0 móti Liverpool um vikuskiftið. Eitt av hesum kom í FA-Cup í januar 2008, tá Manchester City spældi móti Sheffield United. Tá høvdu City-áskoðararnir hópin av ljósabláum ballónum við á vøllin, og ístaðin fyri at sparka bóltin burtur, rakti Michael Ball bara ballónir, tá hann skuldi rudda burtur, og so hevði Luton Shelton lætt við at skora fyri Sheffield United. Og tað málið varð ikki kolldømt.