Onnur Safari Transport-uttandurakapping 2022

Onnur av fýra Safari Transport-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali seinasta vikuskifti.

Í vár hevur verið arbeitt dúgliga upp á ríðibreytina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. Felagið er í ferð við at fáa breytina víðkaða til at lúka altjóða krøv – ovalbreytin verður nú 300 metar, og nýggja skeiðbreytin á umleið 260 metrar verður harumframt partur av heildini. Arbeiðið er komið so mikið væl áleiðis, at kappingarnar verða hildnar á breytini, sum so verður gjørd endaliga liðug seinni í ár.

 

Kappast var í hesum greinunum:

 

T1 og T7 – tølt

 

Hetta eru tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt skal vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum.

 

T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt tølt og tølt við valfríari ferð skal vísast.

 

V1 og V5 – fjórðgongd

 

Her skulu fýra gonguløg vísast: Fet, trav, tølt og lop. Munurin á flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast.

 

F1 – fimmgongd

 

Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at nógv teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at skeiðbreytin ikki er liðug enn, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m.

 

100 m skeið

 

Henda kappingin fór fram á breytini í Marknagili mikukvøldið, tí har er breytin nóg long til skeiðast kann 100 metrar. 

 

Annars vóru innleiðandi umførini dýra biðidag, byrjað var klokkan 16 og klokkan gekk ímóti 9 á kvøldi, áðrenn liðugt var. Tíbetur var veðrið gott, heitt kaffi, toast, leskiligar vafflur o.a. vóru at fáa, so samanumtikið ein fínur dagur.

 

Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa sítt besta. 

 

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

 

T1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 3 Regin Johannesen og Ósk frá Prestsbakka

 

V1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili

 

Nr. 3 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum 

 

V5

 

Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði

 

Nr. 2 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu

 

Nr. 3 Margret Rasmussen og Stormur frá Efri–Miðbæ og Elma Laksáfoss og Vestri frá Vestra-Fíflholti

 

T7

 

Nr. 1 Óluva á Lofti og Hágangur fraTindsgarði

 

Nr. 2 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði

 

Nr. 3 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði

 

F1

 

Nr. 1 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum

 

Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

 

Nr. 3 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti

 

100 m skeið

 

Nr. 1 Beinta Poulsdóttir Debes og Kór frá Norður-Hvammi

 

Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Orka frá Marknagili