Ónøgd rundan um Manchester United

Premier League: Viðhaldsfólkini vilja hava eigararnar vekk, og fílast á spælarar, sum eru á veg

Kappingarárið hjá Manchester United byrjaði illa, tá felagið tapti í fyrstu royndini undir nýggja venjaranum, Erik ten Hag. Tað, sum verri er, er at tapið var á Old Trafford móti Brighton. Tað er órógv rundan um felagið.

 

Undan dystinum móti Brighton var mótmælisgonga uttanfyri Old Trafford. Viðhaldsfólk hjá felagnum vístu sína ónøgd við Glazer-familjuna, sum eigur felagið. Tað er alment kent, at familjan hvørt ár tekur nógvar pengar úr felagnum, og tað er illa sæð, at familjan ikki hevur fingið vent ringu gongdini.

 

Tað gongur eisini illa at fáa góðar spælarar til felagið. Nøvn sum Darwin Nunez, Frenkie de Jong, Benjamin Sesko, Rúben Neves og Antony hava verið upp á tal, men tað er bara blivið til Tyrell Malacia (PSV), Lisandro Martinez (Ajax) og Christian Eriksen (Brentford), sum eru komnir inn.

 

Cristiano Ronaldo ynskir ikki at halda fram í felagnum, men hevur rent seg í tann trupulleikan, at ongin hevur pláss ella ráð til 37 ára gomlu heimsstjørnuna. Tí er hann enn í Manchester United og kom inn í seinna hálvleiki í 2-1 tapinum sunnudagin.

 

Síðani dystin hava enskir miðlar skriva, at Manchester United er í holt við at keypa bæði 33 ára gamla Marko Arnautovic og 27 ára gamla Adrien Rabiot. Søgan sigur, at Manchester United hevur slept ætlanini um at keypa Marko Arnautovic, tí viðhaldsfólkini blivu so óð, tí talan er um ein umstríddan spælara, ið ikki hevur støðið til Manchester United.

 

Hinvegin er meiri sannlíkt, at tann illa lýddi Adrien Rabiot er á veg fyri beint yvir hundrað milliónir krónur. Hann bleiv nærmast gúppaður úr PSG, og viðmerkjarar í Italia siga, at hann verður ikki saknaður í Juventus. Hann gongur undir at verða strævin at hava í einum hópi, og at tað ikki hjálpur at hann hevur mammu sína at umboða seg.

 

1Tottenham11004:13
2Bournemouth11002:03
3Arsenal11002:03
4Manchester City11002:03
5Newcastle11002:03
6Brighton11002:13
7Leeds11002:13
8Chelsea11001:03
9Brentford10102:21
10Fulham10102:21
11Leicester10102:21
12Liverpool10102:21
13Manchester United10011:20
14Wolves10011:20
15Everton10010:10
16Aston Villa10010:20
17Crystal Palace10010:20
18Nottingham Forest10010:20
19West Ham10010:20
20Southampton10011:40