Ónøgdir demokratar og republikanarar seta nýggjan flokk á stovn í Amerika

Fleiri republikanarar og demokratar hava kunngjørt, at farið verður undir ein nýggjan politiskan flokk í USA

 

 

Sjáldan munnu so nógvir demokratar og republikanarar hava kent seg fremmandar í egnum flokki, sum hesi seinastu árini. Til seinasta forsetaval stóð valið, í heimsins størsta fólkaræði, ímillum ein 74 ára gamlan Donald Trump og ein 77 ára gamlan Joe Biden.

 

Joe Biden vann, og Kamala Harris bleiv fyrsti kvinnuligi og litti varaforsetin nakrantíð. Mong spáddu Harris at taka yvir eftir fýra ár við Joe Biden. Men við søguliga vánaligum “approval rates” verður tað neyvan Harris, ið skal vinna eitt komandi forsetaval fyri demokratarnar.

 

Nú fáa milliónir av ónøgdum demokratum og republikanarum ein nýggjan valmøguleika. 

 

Nýggi flokkurin eitur Forward (framá). Flokkurin fer frá byrjan at hava ein fyrrverandi demokrat og ein fyrrverandi republikanara sum oddafólk. Tey verða Andrew Yang, sum aftur í 2020 royndi at blíva forsetavalevni fyri demokratarnar, og Christine Todd Whitman, ið er fyrrverandi republikanskur guvernørur í statinum New Jersey.

 

Bæði vóna, at flokkurin kann blíva eitt gott alternativ til republikanska og demokratiska flokkin, ið sita á amerikonskum politikki.

 

Forward er sambært stigtakarunum ein miðflokkur. Flokkurin byggir á tvær meginreglur, ið eru, at “fáa til lívs aftur ein rættvísan, blómandi búskap”, og at “geva amerikanarum meira at velja ímillum til valini, størri álit til eina stjórn, sum riggar, og størri ávirkan á framtíðina”.

 

Søguliga hava aðrir flokkar, ið hava roynt at verið eitt alternativ til republikanska og demokratiska flokkin, staðið seg sera illa. Í 2020 hevði amerikanski veljarin eisini fleiri valmøguleikar, enn teir báðar stóru flokkarnar, men tann ið kláraði seg best varð Liberterian Party, ið einans fekk 1,2% av atkvøðunum.

 

Ein skal ikki rokna Forward sum ein flokk, ið kemur at eiga forsetan eftir næsta val. Heldur skal mann rokna nýggja flokkin sum eitt aftursvar til vaksandi polariseringina millum amerikanarar.

 

Forward hevur enn ikki orðað sín politikk. Slagorð teirra verður: “Hvussu loysa vit stóru trupulleikarnar, Amerika hevur fyri framman? Ikki til høgru, ikki til vinstru. Framá”.

 

Tann 24. september verður flokkurin formliga stovnaður í Houston í statinum Texas. Komandi summar verður fyrsta flokstingið hildið.