"Open by night" í Sundalagnum

Dagurin í dag verður hin stóri dagurin á mentanardøgum í Sunda kommunu, og her verður ymiskt á skránni, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

 

Nú mentanardagar eru í Sunda kommunu, er dagurin í dag - hósdagurin 19. september - hin stóri dagurin. Skráin fyri dagin er tætt pakkað við tiltøkum, bæði fyri børnum og vaksnum. 

Í dag klokkan 15 lata fyritøkurnar, Sjógæti og Brim, við Norðskála dyrnar upp, og her verður opið til klokkan 19. Eisini verður søla av heimavirkaðum vørum í gamla skúla.

Sunda Byrsufelag fer at hava opið hús í tímunum frá klokkan 17 til 19, og her sleppa øll at royna seg sum skjútta. 

Klokkan 17.30 í dag verður tiltakið "Komið øll og súkkli", og hetta tiltak byrjar við Eydnuna á Oyrarbakka.

Framsýning verður í gamla skúla í Hvalvík frá klokkan 19, og klokkan 20 verður fyrilestur um umhvørvið í kirkjuni við Norðskála.

Eitt tiltak, sum í kvøld fer at seta sín serliga dám á mentanardagarnar í Sunda kommunu, verður tiltakið"open by night" í handilsøkinum.

Street Food fer at selja ræstkjøtaburgarar, og Sjógæti fer at selja fisk og kips. Í tjaldinum er framsýningar við Anette Sonne og Blómuhúsinum, og eisini ber til at keypa grønmeti frá Veltuni og føroyskt kjøt.

Klokkan 18 sleppa børnini á stóra skattaveiði við sjóránarunum, Franchescu og Daniellu, og her fáa øll børn góðgæti og gávur í handlunum.

Í kvøld verður eisini tónleikur og sangur at hoyra. Klokkan 19 spælir Norðljómur í tjaldinum - ella úti, um viðrar.

Klokkan 20 fer Jens Marni Hansen at spæla uttan fyri Bónus, og klokkan 21 verður tað bólkurin, Tinganest.

- Allir handlar, sum eru við í tiltakinum "open by night", hava opið til klokkan 22 í kvøld, og úr Sundalagnum siga tey, at her verða nógv góð tilboð.