Opið bræv til nýggja landsstýrismannin um gongd í haga

Mynd: Absalon Hansen

Føroya Óðalsfelag hevur sum endamál at røkja rættindi og áhugamál hjá ognarfólki í Føroyum

 

Vit í Óðalsfelagnum vilja fegin nýta høvið, at ynskja Magnusi Rasmussen tillukku við landsstýrissessinum, við vón um gott samstarv, og við teirri tiltrúgv, at hansara raðfestingar verða skilagóðar og savnandi.

 

Fyri Føroya Óðalsfelag er tað átrokandi neyðugt, at vit halda og varðveita galdandi lóg og rætt:

 

  • So landbúnaðarmentan og vinna varðveitir lógarverndina, til at skipa síni egnu viðurskifti.
  • So tey ið eiga og røkja hagan varðveita rættin at leggja virksemið í haganum til rættis.
  • So náttúran verður vard, og tilfeingið framvegis kann umsitast á burðardyggan hátt.
  •  

 

Søga, siðvenja og samleiki

 

Føroyska óðalsmentanin man vera millum 1200-1500 ára gomul.

 

Hendan aldargamla siðvenja er ein samanrunnin partur av søgu, mentan og samleika okkara.

 

Hon er virðismikil, og verd at varðveita. Og hon krevur virðing.

 

Seyðahaldið í Føroyum er líka gamalt sum føroyingar í Føroyum.

 

Navnið er runnnið av norrøna orðinum ”fær”; Færeyjar merkir sostatt seyðaoyggjarnar.

 

Seyðabrævið frá 13.øld er okkara elsta varðveitta skriftliga lógarheimild. Ein rættarbót sum ítøkiliga snýr seg um, hvussu vit skuldu loysa tvístøður og trupulleikar sum hava við jørð og seyðahald at gera. T.d. stríðsmál teirra millum sum eiga seyð, og millum tey sum eiga jørð og ikki eiga jørð, semju um áseyðatal í haganum, um ørindaleysa gongd í haga, v.m. Tey kønu siga harumframt, at seyðabrævið sjálvt hevði sítt grundarlag í, og var ein rættarbót til, væl eldri ser-føroyskar lógir og siðvenjir, staðfestar í fornu lógbókini ”búnaðarbólkurin.”

 

Seyðabrævið hevur víst seg at skipa búnaðar-viðurskiftini í Føroyum væl. Hetta sæst eisini aftur í lógini staðfest við danskari týðing í 1637 og 1698, og í sannroyndini at Seyðabrævið var galdandi heilt fram til nýggja Hagalógin kom í gildi í 1866, og aftur í 1937; har fleiri grundliggjandi prinsipp eru varðveitt og víðariførd saman við m.a. Girðingarlógini frá 1937/1951.

 

Frá 1962-1997 fekk hvør bøkkur í Føroyum sítt egna matrikkulnummar, tinglýst sum ogn, við navns nevnilsi hjá einum ella fleiri persónum, felag ella lands/kommunalum myndugleika. Ognarviðurskiftini eru púra greið. Somuleiðis siðvenjan og lógargrundarlagið fyri ræðisrættinum hjá festara og ognarfólki; Eitt nú at gera av, nær hvør kann fara hvar, og gera hvat, í hvørjum hagaparti.

 

Lógir og skipanir liva sítt fríska lív, og tæna sínum endamáli.

 

Og tí er heldur eingin tørvur á at broyta tær.

 

 

 

Gongd í haga fyri føroyingar?

 

Okkum nýtist ikki at broyta lógina, fyri at loyva føroyingum at ganga í haganum. Tað eru vit øll hjartaliga vælkomin til. Tað einasta sum lógin krevur er:

 

  • At vit spyrja bóndir ella ognarfólk, frammanundan, um tað er í lagi at fara ein ávísan dag.
  • At avtala við hagan verður gjørd frammaundan, um endamálið við útferðini er vinnuligt.
  • At øll fara væl við rásum, hegni, lendi, vøkstri og djóralívi.

 

Viðvíkjandi gongd í haga hjá føroyingum, so er trupulleikin ikki at reglurnar eru ógreiðar, men at ognar- og avgerðarrætturin ikki altíð verður virdur, av øllum.

 

Fleiri hava tíbetur lært, t.d. heimanífrá, í skúlanum ella í skótunum, at tey sambært lóg (og góðari siðvenju) eiga at biðja um loyvi frá bónda ella ognarfólki, áðrenn tey kunnu fara í hagan. Tíbetur ringja ella skriva rættiliga nógv fólk og spyrja um tað er í lagi, og tá man verða sjáldsamt at festari ella ánari sigur nei.

 

Onnur handla í góðari trúgv, halda seg kunna fara ein hagatúr tá tey vilja. Felags fyri hesi, annaðhvørt tað so eru føroyingar ella ferðafólk, er at tey ikki vita betri. Tí eingin hevur sagt teimum hvat lógin sigur. Har átti Landið at gjørt eitt nógv betri upplýsingar-arbeiði. So vit øll sluppu undan ósemjum og illstøðu.

 

Sjálvandi gerast ognarar illa við, onkuntíð enntá illir, tá fólk ikki biðja um loyvi at fara. Ikki minst, tá tað er til beinleiðis ampa fyri okkara egna virksemi í haganum.

 

Óðalsfelagið frættir javnan frá limunum um keðiligar tilburðir. Niðanfyri eru bert nøkur fá dømi:

 

  • Fleiri siga frá størri sliti í haganum. Økt jarðriv og skriður, eisini á nýggjum støðum er grót og mold ryðið oman.
  • Rásir í erva, ódnir sum fjallmenn hava gingið gjøgnum øldir, eru knappliga vandamiklar at ganga, tí lendið er farið undan.
  • Niðurtraðkaði hegn ella portur sum standa víðopin, so grannaseyður tekur seg inn á hagan.
  • Fólk taka hund við í hagan, og hava hann leysan. Enntá í hægstu lembingartíð.
  • Frá fleiri hagapørtum frætta vit at seyðurin, sum annars er hagfastur og ferðast í fylgjum á føstum støðum, verður so illa órógvaður, at hann hevur broytt sína vanligu gongd, beiti, v.m. Summir hagar hava verið noyddur at seta skipanina niður, og taka ein part av seyðinum av.
  • Onkrastaðni hevur tann javna ferðslan av fólki eisini gjørt seyðin so vanan við fólk, at hann er vorðin ógjørligur at reka. Hvørki fjallfólk ella seyðahundar fáa seyðin heim.
  • Fleiri siga frá, at tað er nógv minni at síggja av heiðafugli. Tey støðini har sum fuglurin vanliga hevur reiðrast eru broytt, fuglurin er styggur og roynir at flyta seg undan fólki. Men nú tá fólk eru farin at ganga allastaðni, so støðist fuglurin ongastaðni.
  • Gongufólk sum knappliga koma undan sýnini, beint sum vit skulu gera okkum til at skjóta.
  • Ein fjallgonga, sum 15 mans og tveir hundar hava brúkt 7 tímar at reka saman, renir seg í eitt stórt ferðalið sum kemur vassandi, mitt gjøgnum hagan og oyðileggur allan raksturin.
  • Ein røktingarmaður gekk seg fram á eina líð, har børkubóndi altíð hevur vaksið. Hann taldi 20 stór spaka-hol, rund og pen. Blómurnar vóru grivnar upp við rót.
  • Tað kemur javnan fyri, at fólk sum ikki hava spurt um loyvi, villast í fjøllunum, ella fáa skaða, og mugu bjargast av staðkendum. T.d. í Kunoynni herfyri varð ein deyður fransmaður funnin undir einum kletti.
  • Fremmandir ferðaleiðarar sum við vinningi fyri eyga fara hagatúr við stórum ferðaliðum, uttan avtalu við hagan, og uttan gjald til hagan.
  • Vit hoyra tíverri eisini søgur um ferðaleiðarar, sum skelda og hótta ánarar sum nokta teimum at fara í hagan - Sjálvt um ferðaleiðarin ikki frammanundan hevði gjørt avtalu við hagan.

 

Dømini eru nógv. Og fólk flest munnu skilja nú, at sovorðnum óskili kunnu vit ikki liva við.

 

Men, um hetta skal skipast betri framyvir, so er loysnin ikki at smíða eina nýggja lóg, sum gevur øllum loyvi at fara har sum tey vilja, uttan at biðja um loyvi.  

 

Loysnina hava vit longu: Halt lógina. Spyr frammanundan. Tá ber nærum alt til.

 

 

 

Náttúruvernd og burðardygd?

 

Í dag tosa øll ”grønt”, sum var tað eitt modernað fyribrigdi; Okkurt nýtt rák, uttan úr stóru verð…

 

Men okkum nýtist ikki at leita út um landoddarnar, fyri at skilja hugtøkini burðardygd og náttúruvernd. Vit kunnu bara ferðast aftur ígjøgnum Føroya søgu.

 

Frá landnámstíðini hava føroyskir bóndir og óðalsfólk fingist við jarðarbrúk, seyðahald o.a. sum hartil hoyrir. Landbúnaðurin var ein lívstreyt, sum tryggjaði tilveruna. Soleiðis hava tey sum varða av jørðini lært, frá undanfarnum ættarliðum, hvussu umráðandi tað var at tilfeingið bleiv umsitið á burðardyggan hátt. Av ringum royndum, kendu tey eisini hvørjar avleiðingar tað kundi fáa, um javnvágirnar ikki vórðu virdar.

 

Vit sum varða av jørðini í dag, hava eisini fingið hesa vitan. Vit kenna, betri enn nakar annar, týdningin av at verja náttúruna og at virða javnvágirnar. Av somu orsøk fer Óðalsfelagið sjálvsagt eisini at verja okkara virksemi, vøkstur og djóralív móti avleiðingunum av óskipaðari gongd í haga.

 

Og júst tí fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka nakra lóg sum kroystir "hvørsmansrætt" niður yvir høvdið á okkum.

 

Á sama hátt sum hagapartarnir sjálvir hava ábyrgdina, av at skipanin av áseyðatalinum ikki gerst ov tung, so skulu hagapartarnir eisini varðveita rættin, til at hava tamarhald á ferðafólkatalinum, og at skipa ferðsluna, so ávirkanin á umhvørvið ikki verður ov ógvuslig.

 

 

 

Tragedy of the commons

 

Innan búskaparfrøðina verður tosað um “Tragedy of the Commons”.

 

Har sum ongar felags lógir og viðtøkur skipa atgongd og nýtslu av tilfeingi, fáa allir einstaklingar óavmarkaða atgongd til eitt avmarkað tilfeingi. Um hvør einstakur bara frítt kann gera eftir sínum egna sjálvs-áhuga, verður avleiðingin óskipað ovurnýtsla, og niðurpíning av náttúru-tilfeinginum. Ella sagt við færri orðum: Um ongar reglur og avmarkingar eru fyri einstaklingar, verður alt oyðilagt fyri okkum øll.

 

- Hetta er tann felags sorgarleikurin.

 

Um allir heimsins íbúgvar kunnu koma til Føroyar, og uttan avmarkingar fáa frítt at fara allastaðni, so verður eftir fáum árum als eingin føroysk náttúra eftir. So kunnu vit prenta so nógvar faldarar sum vit vilja, ið áleggja ferðafólki at fara væl um. Men avleiðingarnar fyri náttúruna kenna vit tíverri alt ov væl, frá øðrum londum, við alt ov nógvum ferðafólkum. Kanningar vísa, at fólk fer nógv verri við náttúruni enn fæ. Og samanbera vit Føroyar við væl størri lond, við væl størri vídd av náttúru, so sigur tað seg sjálvt, at okkara lítla oyggjaland er serliga viðbrekið, og at vit hava skyldu at verða serliga ansalig.

 

Andsøgnin hjá ferðavinnuni er eyðsýnd. Við teirra lýsingaherferðum, sum selja Føroyar sum eina ”óspilta” náttúru-uppliving, eru tey samstundis við til at oyða ta náttúru, sum tey selja føroyar uppá.

 

Skal ferðavinnan gerast eitt veruligt íkast til landskassan, so má hon mennast til annað og meir, enn ein løtuvinningur fyri nakrar fáar ferðavinnuaktørar. Skal ferðavinnan verða til gagns fyri allar føroyingar, so má hon tryggja sær undirtøku úti um alt landið, heldur enn sum nú, einamest mótstøðu.

 

 

 

Rættar raðfestingar

 

Nýggi landsstyrismaðurin hevur ein nýggjan møguleika, at mynda eina betri og burðardyggari visjón.

 

Og Føroya Óðalsfelag setir sítt álit á, at Magnus Rasmussen fer at kenna ábyrgd fyri, og at røkja væl, øll sínum málsøki.

 

Megnar hann at samanhugsa landbúnaðarmál, umhvørvismál og ferðavinnu í eina nýggja skynsama javnvág, sum fyrst og fremst tekur atlit til okkara náttúru og okkum sum búgva og virka í hesum landinum, so kann hann møguliga skapa eina semju, sum bæði er mentunarliga, sosialt, og ikki minst økispolitiskt burðardygg. Og tá er nógv vunnið. Ikki minst fyri samanhaldið millum føroyingar.

 

Men skal tað eydnast, so mugu raðfestingarnar hjá landsstýrismanninum verða rættar.

 

Skal landbúnaðurin tryggjast, náttúran verjast, og tilfeingið sum heild verða umsitið á einum burðardyggum grundarlagi, so eru bestu ráðini sjálvandi, at laga ferðavinnuna til landbúnaðin og umhvørvið, og ikki øvugt.

 

Tí tað eru væl ikki føroyingar sum skulu broyta okkara siðir og lógir, mentan og samleika, fyri at tekkjast ferðafólkunum?

 

Munnu ferðafólkini ikki koma hendanvegin, júst tí vit eru vit?

 

 

 

 

 

Mynd: Absalon Hansen