Opin spurningur til FSF viðvíkjandi avgerðini um HB

Sjálvandi skal FSF hava rós fyri arbeiði teir gera. Hinvegin skula teir eisini verða klárir, um teir koma at gera eitt misstak at viðurkenna hetta.

1.
Kappingarnevndin hjá FSF ger eina niðurstøðu um at koyra málið um HB til aðalnevndina í FSF, nú hevur kappingarnevndin longu tikið eina avgerð. Hevur kappingarnevndin ikki loyvi at taka hesa avgerð, má tað verða kappingarnevndin sum skal revsast fyri hetta (ella fáa eina nøs).

2.
Aðalnevndin tekur tað støðu at HB skal koyrast úr steypakappingini grunda á at hava nýtt ein leikara, ið ikki eftir teirra meting hevur leikaraloyvi ílagi.

3.
HB kærir til Dómsnevndina sum tekur tað avgerð at HB skal verða verandi í steypakappingini.

Eftir Grein 42 hjá FSF, ið er soljóandi 
GREIN 42.
Allar avgerðir hjá dómsnevndini eftir hesum reglum eru endaligar og kunnu ikki kærast til aðrar myndugleikar ella leggjast fyri dómstólarnar.

Her sæst tíðiliga og klárt at avgerðinar hjá Dómsnevndini eru endaligar, kunnu ikki kærast ella leggjast fyri dómstólarnar. Tá hendan avgerðin er endalig so kann hon vælsaktans heldur ikki takast aftur og viðgerast av nýggjum, sum gjørt er í hesum føri, ella hvussu???

4.
FSF letur nú hetta mál fáa loyvi at ganga umaftur og tískil verður málið latið kappingarnevndini til støðutakan fyri aðruferð.

5.
SPURNINGURIN er nú,

5.1.
hevur FSF avtikið dómsnevndina hjá sær sjálvum???

5.2.
hevur aðalnevndin hjá FSF av sínum eintingum strika Grein 42 í lógum sínum???

5.3.
og til síðst men ikki minst, hevur aðalnevndin hjá FSF lagt seg út í kappingina í 2006 soleiðis at nú verða fleiri onnur feløg koyrd úr landskappingini í Føroyska fótbóltinum???

6.
Tí antin hevur tann Føroyski Fótbólturin eina lóg at halda seg til ella ikki. Hetta mál er tikið til viðgerðar av FSF sjálvum (tað kunna teir eisini í serligum førum, í fylgið Grein 39. stk 3.) og síðan hava teir viðgjørt tað eftir at kærufreistin var farin, tað er so ikki at finna í lógini hjá FSF at teir kunna bera seg soleiðis at fram um onnur.

Undirritaði fer her at heita á FSF forsetan Óla Holm umboðandi aðalnevnd FSFs at svar alment í bløðunum uppá hesi viðurskiftir, so allir Føroysk fótbóltsáhuga kunna fáa at vita hvat gongur fyri seg her.

Samstundis vil undirritaði vísa til mína fyrr skrivaðu grein í milunum um hetta mál (avrit av henni er sent saman við hesi grein til milarnar).

Við ynski um góða eydnu, skjótt svar og einaferð um eitt framhaldandi gott ítróttarligt ríkt fótbóltsár 2006, (tað sum eftir er av tí).

Vinarligast

Jónfinn Olsen
FO-370 Miðvágur
+ Mynd
01.06.2006.