Orkukvøld: Mugu ikki gera somu feilir aftur og aftur

Orkukvøld í skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið

 

Orkukvøld er eitt kvøld, sum er ætlað øllum við áhuga fyri bygging, orkunýtslu og framleiðslu. Tankin er, at øll skulu fáa okkurt burturúr, bæði fakfólk og privat fólk.

Vit, sum standa aftan fyri tiltakið, gera hetta av áhuga, og vit vilja birta undir eitt meira breitt og litríkt kjak um bygging í Føroyum.

– Sum partur av byggivinnuni í Føroyum seinastu 40 árini, havi eg, fingið samband við nógv fakfólk eins og privatpersónar. Tað eru hesi, sum saman við mær koma at hava framløgur á Orkukvøldinum, sigur Magnus Thomsen, sum er ein av teimum aftan fyri tiltakið. 

Framløgurnar snúgva seg um, hvussu best er at byggja, um upphitingarloysnir á marknaðinum og eina varandi orkuframleiðslu. Eisini fara vit at greiða frá veruligum dømum um nýbygging, heildarumvæling og skifti til hitapumpu.

– Eitt av okkara endamálum er alla tíðina at kunna tey, ið byggja, um okkara royndir og úrslit á økinum, og skipaðu vit í tí sambandi fyri einum orkukvøldi í Norðurlandahúsinum á heysti í 2019, sigur Magnus Thomsen.

Hann sigur víðari, at ætlanin var, at talan skuldi vera um afturvendandi tiltak, men orsakað av koronufarsóttini hevur ikki verið gjørligt at hava næsta tiltakið fyrr enn nú.

– Við vónini um, at hetta tiltak kann verða teimum, ið byggja, ein hjálp til, at ikki halda á fram við at gera somu feilir umaftur og umaftur, men heldur gera rætt fyrstu ferð, bjóða vit hervið øllum áhugaðum til ORKUKVØLD í Skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið 22. november 2023, kl. 19.00

Tilmelding, ið er neyðug, fer fram á:

www.billett.fo/orkukvold

– Verið vælkomin, siga fyrireikararnir, sum eru:

Magnus Thomsen

Jens Aksel Vestureið Thomsen

Anna Thomsen

Alis Vestureið