Vindeygað, sum rakti mannin í Oslo í høvdið, datt niður av triðju hædd í hesum bygningi. Orsøkin er helst vantandi viðlíkahald. Myndina eigur Verdens Gang.

Oslo: Fekk vindeyga av triðju hædd í høvdið

Orsøkin til hendingina er helst vantandi viðlíkahald av ognini, haðani vindeygað datt av triðju hædd og rakti mannin á gøtuni.

Vindeygað, sum rakti mannin í Oslo í høvdið, datt niður av triðju hædd í hesum bygningi. Orsøkin er helst vantandi viðlíkahald. Myndina eigur Verdens Gang.

Tað er ikki nógv, tú hevur fulla vissu fyri í hesum heimi. Tá ringast vil til, kann tað merkiligasta henda. Ein kaldan dag kanst tú fáa eina glerpípu í høvdið, um tú gongur undir einum háhúsum.

 

Í norska høvuðsstaðnum Oslo fekk ein maður í dag eitt heilt vindeyga í høvdið, tá hann gekk eftir gøtuni við Carl Berner Plássið, og vindeygað datt heilt av triðju hædd og rakti mannin.

 

Tá Verdens Gang í kvøld skrivaði um hendingina, vóru hjálparfólk á staðnum, har tey tóku sær av manninum, sum varð koyrdur til læknavaktina í norska høvuðsstaðnum til kanningar. 

 

Norska løgreglan hevur gjørt hendingina til eitt mál, har tey í fyrsta lagi venda sær til eigaran av bygninginum, sum nú noyðist at syrgja fyri, at slíkt ikki hendir aftur.

 

- Orsøkin til hendingina í Oslo í dag er helst vantandi viðlíkahald av ognini, haðani vindeygað datt av triðju hædd og rakti mannin á gøtuni, veit Verdens Gang at siga.

 

 

 

Vindeygað, sum rakti mannin í Oslo í høvdið, datt niður av triðju hædd í hesum bygningi. Orsøkin er helst vantandi viðlíkahald. Myndina eigur Verdens Gang.