##med2##
Tá ein Michelin-matstova flytur av matriklinum, skiftir kokkar ella ger aðrar smærri broytingar, so er vanligt at tær missa sína Michelin-stjørnu. Tað hendi til dømis tá danska matstovan Noma í 2017 lat aftur. Hon hevði tá tvær Michelin-stjørnur, sum matstovan misti. Men hon fekk báðar aftur í 2019 og ta triðju í 2021.
Tí mundu tey flestu vænta, at Koks fór at missa stjørnurnar hesaferð. Hon er ikki bara stongd. Hon er flutt úr Føroyum og til Illimanaq í Grønlandi og hevur nú grønlendskar rávørur sum sítt vørumerki. Kortin eyndaðist tað Koks í gjár at varðveita báðar stjørnurnar, tá Michelin býtti út stjørnur til matstovur í Norðurlondum á tiltaki í Stavanger í Noreg.
– Hetta var ófatuliga flott og yvirraskandi, sigur Gutti Winther, kokkur.
Hann vísir á, at er sera óvanligt, at ein matstovu, sum er flutt úr einum landi til annað kortini megnar at varðveita tvær Michelin-stjørnur, soleiðis sum Koks gjørdi í gjár.
Trýstið á pílin undir myndini at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Gutta Winther í tíðindunum á FM1 á middegi.
##med3##
Hesar matstovur í Norðanlondum hava nú tríggjar Michelin stjørnur:
Danmark
Noreg
Svøríki
Hesar hava tvær Michelin stjørnur:
Danmark
- a|o|c, Copenhagen
- Alchemist, Copenhagen
- Frederikshøj, Aarhus NÝGGJ
- Henne Kirkeby Kro, Henne
- Jordnær, Copenhagen
- Kadeau, Copenhagen
- Kong Hans Kælder, Copenhagen
Føroyar (nú Grønland)
Finnland
- Palace, Helsinki NÝGGJ
Noreg
##med4##
Svøríki
Hesar hava eina Michelin stjørnu:
Danmark
- Alouette, Copenhagen
- Domestic, Aarhus
- Dragsholm Slot Gourmet, Hørve
- formel B, Copenhagen
- Frederiksminde, Præstø
- Gastromé, Aarhus
- Jatak, Copenhagen NÝGGJ
- Kadeau Bornholm, Åkirkeby
- Kiin Kiin, Copenhagen
- Kokkeriet, Copenhagen
- LYST, Vejle
- Marchal, Copenhagen
- Me|Mu, Vejle
- MOTA, Nykøbing Sjælland NÝGGJ
- Søllerød Kro, Copenhagen
- Substans, Aarhus
- Syttende, Sønderborg
- The Samuel, Copenhagen
- Ti Trin Ned, Fredericia
Finnland
- Demo, Helsinki
- Finnjävel Salonki, Helsinki
- Grön, Helsinki
- Inari, Helsinki
- Kaskis, Turku NÝGGJ
- Olo, Helsinki
- Ora, Helsinki
Ísland
Noreg
- Bare, Bergen
- Credo, Trondheim
- FAGN, Trondheim
- Hot Shop, Oslo NÝGGJ
- Hyde, Oslo NÝGGJ
- Kontrast, Oslo
- Lysverket, Bergen NÝGGJ
- Sabi Omakase, Stavanger
- Schlägergården, Oslo NÝGGJ
- Speilsalen, Trondheim
- Statholdergaarden, Oslo
- Under, Lindesnes
Svøríki
- 28+, Gothenburg
- Adam / Albin, Stockholm NÝGGJ
- Agrikultur, Stockholm
- Aira, Stockholm
- ÄNG, Tvååker
- bhoga, Gothenburg
- Ekstedt, Stockholm
- Etoile, Stockholm
- Knystaforsen, Rydöbruk NÝGGJ
- Koka, Gothenburg
- Nour, Stockholm NÝGGJ
- Operakällaren, Stockholm
- PM & Vänner, Växjö
- Project, Gothenburg
- SK Mat & Människor, Gothenburg
- Sushi Sho, Stockholm