- Føroyska bókmenta- og listaumhvørvið vantar bókmenta- og listakritikk, tí í løtuni er einki tíðarrit, ið tekur sær av list og bókmentum. Hetta ger, at mangt, sum er vert at lesa og lurta eftir, ikki verður viðgjørt, sigur Kim Simonsen, blaðstjóri á nýggja tíðarritinum Outsider Magazin, í tíðindaskrivi.
Ikki ein provokatión
Herfyri skipaði Rithøvundafelagið í Føroyum fyri fundi í Norðurlandahúsinum um hetta evnið, har tey kjakaðust um støðuna hjá føroyskum ummælum. Seinni varð evnið tikið upp aftur í Fimmarinum. Ein av niðurstøðunum hjá panelinum og teimum spurdu í sendingini var, at ein triðingur ella ein helvt av bókunum, ið koma út í Føroyum, ikki vóru borðbarar. Fleiri ferðir varð tí eftirlýst eitt modernað tíðarrit fyri list og bókmentir, ið kundi taka sær av at menna eitt kjak um bókmentir og list í mun til føroyska samfelagið í dag. Kim Simonsen heldur tað tí vera í tøkum tíma, at farið verður undir at geva út eitt nýtt føroyskt tíðarrit, ið skal eita OUTSIDER Magazin.
- Hetta er ikki meint sum eitt provokerandi blað. Navnið ber bert í sær ta vitan, at tað er uttanfyri, at alt hendir í dag, og skal man hava nakran týdning, er tað ikki verri at hava eitt altjóða áhugavert navn, sigur Kim.
Outsidarin á pallin
- Ummæli eru neyðug, men tey eiga ikki at standa einasmøll, tí veruligur kritikkur og kjak er annað og nógv meiri enn ummæli í bløðum. Neyðugt er, at vit hava bløð, ið tora at gera eina heildarmeting av bókmentum og list. Teir bestu filmarnir koma út uttanfyri tey stóru feløgini, kendur tónleikur er komin frá outsidarum, og tey smáu londini í heiminum hava ofta teir bestu høvundarnar o.s.fr. Vit kunnu siga at í 20. øld varð outsidarin in, sigur Kim Simonsen.
Ritstjórnin á Outsider vil fegin hava fólk at skriva søgur, yrkingar og greinar til blaðið, sum eisini miðar ímóti at skapa nakað heilt nýtt og serliga stimbra tey ungu til at skapa og skriva. Hesi skula kunna skriva nýggjar yrkingar, stuttsøgur og annað, sum blaðstjórnin prentar, um hon heldur tilfarið vera nóg gott.
- Eitt av okkara endamálum er eisini at skriva norðurlenskar og enskar tekstir um føroyska list og bókmentir, ið vit serliga leggja á heimasíðuna. Hetta gera vit fyri at økja um kunnleikan um føroyska mentan í Norðurlondum og kring heimin.
- Vit hava kanska ongar føroyskar nútíðarbókmentir, tí ongin torir at skriva tær! Vónandi kunnu vit við hesum blað gera mun, sigur nýggi blaðstjórin, Kim Simonsen.
Haldarar kunnu tekna seg á kimsimonsen@hotmail.com ella við at skriva til Bispebjerg Bakke 1.5.501 2400 Kbh. NV. Ella via tlf. +45 35820202
Longu nú ber til at fáa meir at vita um Outsider á heimasíðuni
www.123hjemmeside.dk/outsider, sum eftir bert trimum døgum hevur havt 1300 vitjandi.