Ov nógvar stongdar leiðir

- Í vár varð gjørd ein roynd við einum pari hjá United Seafood, har rist varð nýtt í trolinum. Hetta eydnaðist sera væl, sigur Marner Lisberg

Tað vildi verið stórur bati hjá fiskavirkjum, um partur av stongdu leiðunum vórðu upp­aftur­lætnar.
Tað sigur Marner Lis­berg, nevndarformaður í Sand­oy Seafood, har tey hava ilt við at hava nakra støð­uga framleiðslu, tí rá­vøru­nøgdirnar eru ov lítl­ar. Eitt beinleiðis úrslit av, at fiskiskapurin eftir upsa er vorðin alt meira av­mark­að­ur.
- Vit hava roynt og royna framvegis fleiri møgu­leikar fyri at økja um rávøru­grund­ar­lagið. Men, tað er eitt sind­ur hugstoytt at staðfesta, at politiska skipanin ikki spælir ser­liga væl við.
Marner Lisberg er onga løtu í iva um, at ein trupul­leiki er, at stórur partur av land­leið­unum eru stongdar.
- Í vár varð gjørd ein roynd við einum pari hjá United Sea­food, har rist varð nýtt í trolinum. Hetta eydnaðist sera væl. Fiskiskapurin var góður, og at kalla eingin ung­fisk­ur var í veiðuni, og tí vónaðu vit, at politiska skipan­in fór at koma við nøkr­um broytingum, tá fiski­daga­rn­ir vóru til við­gerð­ar í tinginum.
Marner Lisberg staðfestir tó, at tá nýggja fiskiárið byrjaði hin 1. september, var einki broytt, og tað harmar ómeta­liga nógv.