Ov nógvir møddir menn ímóti Portugal

(Ljóðsending frá Rás2) Hoyr dagsins fótbóltspanel, har Jógvan Martin Olsen prátaði um landsliðsavrikið, 26. umfar í effodeildini og fótbóltsmennararnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel, har Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi venjari og landsliðsvenjari, og komandi fótbóltsmennari hjá FSF var gestur. Vertur í sendingini var Tróndur Arge.

 

Jógvan Martin Olsen og Tróndur Arge numu við fýra ymisk evni :

 

1) Avrikið hjá landsliðnum ímóti Lettlandi og Portugal. Jógvan Martin Olsen heldur, at tað vóru ov nógvir møddir spælarar á vøllinum ímóti Portugal, sum høvdu brúkt nógvar kreftir í dystinum ímóti Lettlandi í Riga.

2) Avleiðingarnar av, at fólk renna út á Tórsvøll til altjóða dystir og taka "selfies".

3) Fótbóltsmennarastarvið, har Jógvan Martin Olsen er ein av fýra komandi fótbóltsmennarum.

4) 26. umfar í effodeildini. Jógvan Martin Olsen kom við sínum metingum. Serliga um dystin millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Rás2 sigur frá tveimum dystum sunnudagin. Teir verða Víkingur-B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og KÍ-B68 norðuri í Klaksvík. Fylt verður við, og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum: NSÍ-AB, TB-Skála og HB-ÍF.