Ovastevnan er nógv tódnað

5.640 fólk er tað mesta, sum Strandferðslan hevur flutt um Nólsoyarfjørð á eini ovastevnu. Á ovastevnu í ár var samlaða talið 2.300 fólk.

Strandfaraskip Landsins hava gjørt upp, hvussu nógv ferðandi stovnurin hevur flutt um Nólsoyarfjørð á ovastevnu árini frá 2008 til og við í ár - 2014.

 

Uppgerðin fevnir um talið av ferðafólki frá fríggjadegi til og við sunnudag á ovastevnu.

 

Í mun til, tá ferðafólkaflutningurin á eini ovastevnu var størstur, er flutningurin á stevnuni, sum júst er løgd afturum, tódnaður við fleiri enn 3.300 fólkum.

 

Ongantíð áður hevur ferðafólkaflutningurin hjá Strandfaraskipum Landsins um Nólsoyarfjørð verið so lítil á eini ovastevnu sum í ár.

 

Í uppgerðini hjá Strandfaraskipum Landsins eru tølini hesi: 

 

2014 

Tórshavn – Nólsoy 1031 fólk
Nólsoy – Tórshavn 1269 fólk

Tilsamans              2300 ferðandi

...

 

2013
Tórshavn – Nólsoy 1573 fólk
Nólsoy – Tórshavn 1661 fólk

Tilsamans              3234 ferðandi

...


2012
Tórshavn – Nólsoy 2343 fólk
Nólsoy – Tórshavn 2982 fólk

Tilsamans              5325 ferðandi

...

 

2011
Tórshavn – Nólsoy 2728 fólk
Nólsoy – Tórshavn 2903 fólk

Tilsamans              5631 ferðandi

...


2010
Tórshavn – Nólsoy 2732 fólk
Nólsoy – Tórshavn 2908 fólk

Tilsamans             5640 ferðandi

...

2009
Tórshavn – Nólsoy 1581 fólk
Nólsoy – Tórshavn 1669 fólk

Tilsamans              3250 ferðandi

...


2008
Tórshavn – Nólsoy  2308 fólk
Nólsoy – Tórshavn  2966 fólk

Tilsamans               5274 ferðandi