Sum vit skrivaðu fyrr í mortun, er kallað saman til borgarafund í Salt á Tvøroyri um ætlanina at byggja virkið hjá Varðanum Pelagic út.
Tað er bólkurin, sum kallar seg Livilig kor Tvøroyri, sum skipar fyri fundinum.
Tey taka ikki undir við, at virkið verður bygt út og vilja fegin vísa á aðrar møguleikar og tað verður eisini eitt evni á býráðsfundinum.
Les meiri her: Høvuðstaðurin í Suðuroy skal ikki offrast
Tey hava eisini bjóðað tveimum umboðum fyri Tvøroyrar Býráð at sita við eitt pallborð á fundinum at umrøða støðuna.
Innbjóðingin varð viðgjørd á býráðsfundi í gjárkvøldið og har upplýsti Kristin Michelsen, borgarstjóri, at fyrireikararnir høvdu verið í samband við hann í telefon við tí endamáli at bjóða honum sum borgarstjóra, at sita við pallborðið.
Tey vildu eisini hava eitt umboð fyri andstøðuna við pallborðið og vístu til Bjarna Hammer býráðslim fyri javnaðarflokkin.
Kristin Michelsen gjørdi kortini greitt, at hann verður burturstaddur sunnudagin, og at hetta var nakað, sum langt síðani er lagt til rættis - langt áðrenn ætlanin um borgarafund varð kunngjørd.
Bjarna Hammer, sigur, at tað liggur heldur ikki fyri hjá honum at vera við á borgarafundinum.
Á býráðsfundinum í gjár varð víst á, at tað vóru tveir navngivnir býráðslimir, sum vóru bjóðaðir at vera við á borgarafundinum. Men tá ið tað ikki lá fyri hjá teimum, verður býráðið helst ikki umboðað.
Býráðslimir settu eisini spurnartekin við um tað var neyðugt við hesum borgarafundinum, tí tað hevur longu verið ein borgarafundur, har øll sluppu til orðanna.
Annars eru tey mitt í eini tilgongd at broyta byggisamtyktina, tí tað er ein fortreyt fyri, at útbyggingin kann verða veruleiki.
Í tí sambandi hava øll høvi at gera sínar viðmerkingar, siga býráðslimir á Tvøroyri.
Anita Vibergsdóttir, sum eisini er varaborgarstjóri, segði, at hon ætlar sær á fund at lurta, men at hon er ikki sinnað at sita við eitt pallborð um málið.