##med2##
Skjótisamband Føroya hevur sent átta skjúttar at umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey. Tað er tað mesta nakrantíð, staðfestir formaðurin í Skjótisamband Føroya, Esmar Joensen.
Skjúttarnir eru hesir:
Í OL skeet
Tórur Fløtt, SBF
Jóhann Fløtt, SBF
Í English Skeet
Jógvan Egholm, VBF
Herleif Hammer, VBM
Í OL trap
Jón Jacobsen, VBM
Finn Ludvig, VBM
Í Automatic Ball Trap
Per S. Hansen, EYS
Alex Johannesen, EYS
Úttiknu íðkararnir skulu umboða Føroyar í einstaklinga kapping og liðkapping, í tí greinini teir eru úttiknir til.
Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið hevur úttikið eitt landslið í English Skeet. Hendan greinin verður vanliga ikki skotin í Føroyum, men útfrá royndunum á Føroyaleikunum, so er avgerð tikin um at úttaka eitt landslið í English Skeet.
Fýra av íðkaranum luttaka fyri fyrstu ferð á oyggjaleikum. Hesir eru Jóhann, Jógvan, Herleif og Per. Per luttók fyrstuferð í skjótikapping fyri júst 2 árum síðan, og hevur hann víst, at við seriøsiteti, venjing og at taka góð ráð til sín, ber til at koma langt innanfyri ítróttarskjóting uppá stutta tíð.
Esmar Joensen staðfestir, at nógvar av hinum oyggjunum eru sterkar í skotkappingunum, og tí verður tað torført at vinna seg á ovastu rók. Vónirnar munnu tó vera best í OL Skeet.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu við Esmar Joensen.