OYL: Føroyar vunnu silvur og bronsu í boðrenningini

Mennirnir vunnu silvur og kvinnurnar bronsu

Savnsmynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Føroysku íðkararnir í frælsum ítrótti fingu ein góðan enda upp á oyggjaleikirnar í Orknoyggjum.

 

Talan gjørdist um heiðursmerki í boðrenningini (stafettini) hjá bæði kvinnum og monnum. 

 

Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnastein Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen vunnu silvur á 4 x 400 metrum. Tíðin hjá teimum var 3:22.83. 

 

Vinnaratíðin hjá Jersey var 3:17.35. Føroyar vóru beint frammanfyri Oynna Man, ið hevði tíðina 3:22.86.

 

Elisabet Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Margit Fríðmundsdóttir Weihe vunnu bronsu á 4 x 400 metrum. Tíðin hjá teimum var 3:53.59.

 

Til stóra gleði fyri heimafjøldina vunnu Orknoyggjar kappingina. Vinnaratíðin var 3:50.97. 

 

Tað manglaði ikki nógv í hjá føroysku kvinnunum at knógva eitt silvurheiðursmerkið. Tíðin hjá Guernsey á øðrum plássinum var 3:53.05. 

 

Úrtøkan hjá Føroyum í frælsum ítróttum á oyggjaleikunum hesaferð gjørdist fýra gullheiðursmerki, trý silvurheiðursmerki og fimm bronsuheiðursmerki. 

 

Savnsmynd: Frælsur Ítróttur Føroya