Seinnapartin fríggjadagin, áðrenn sjálva gallaframførsluna, varð hátíðarhald av nýggju athøllini hjá Norðurlandahúsinum, nevnd stutt og greitt Athøll. Eg traðki inn í eitt ljóst fýrkantað rúm, ráir ljósir betongveggir, trægólv, dagsljós úr gluggunum úr erva allan vegin runt og fýra træsúlur. Sera snotuligt og eg fái bert eina forlongda kenslu av tí, sum eg altíð kenni, tá eg traðki inn Norðurlandahúsið: Her kenni eg meg væl, tað ráa og ta bleyta í fullkomnari harmoni. Svanareiðrið hjá arkitektinum Ola Steen hevur nú fingið eitt vakurt og hugtakandi hjá-reiður. Vónandi fara nógv spennandi egg at klekjast her inni eisini. Víðkaðir karmar Í hesum ljósa rúmi flutti løgmaður Jóannes Eidesgaard fram røðu, har hann fegnaðist um nýggja bygningin, sum fer at koma øllum Føroyum til góðar – mentafólki, listafólki og vinnulívsfólki og ikki minst er Athøllin ein vælegnaður karmur at bjóða gestum uttaneftir at hava forkunnugar ráðstevnur. Føroyar eru veruliga ein partur av alheimsgerðini, og Athøllin er ein neyðugur og umráðindi karmur í hesi tilgongd, endaði løgmaður sína røðu. Síðan vóru aðrir gestir, sum fluttu fram røðu: Vagn Steen Olsen, umboð fyri Nordisk Minister Råd, sum fegnaðist um mongu mentanarligu tilboðini og ríka listalívið, sum er í Føroyum og sum Norðurlandahúsinum hevur verið við til at skapa karmarnar fyri. Kjarnuøkið hjá Norðurlandahúsinum, sum er mentan fyrst og fremst, er nú við hesi nýggju Athøll víðkað til eisini at umfata onnur øki. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen helt eisini røðu og fegnaðist m. a. um, at hóast veðrið, sum vit ikki kunnu gera nakað við, so er ein ørgrynna av møguleikum í Føroyum, og at hesin nýggi bygningur veruliga hevur sett Havnina á kortið sum norðurlendskur ráðstevnubýur. Umboð fyri A.P. Möller og Chastine Mc-Kinney Möllers grunni, sum hevur stuðlað byggingini av Athøllini, segði eisini nøkur orð, umframt svenski ráðharrin fyri norðurlendskt samstarv Kristina H. Persson, sum rósti tí sterku støðu, sum mentanarlívið hevur í Føroyum og vónaði, at Norðulandahúsið við Athøllini fer at taka eitt sentralt pláss í norðurlendskum mentanarlívi í framtíðini. Athøllin avspeglar eina styrking í norðurlendskum samstarvi og ein vilja at ganga nýggjar leiðir, endaði svenski Norden-ráðharrin sína heilsu til Norðurlandahúsið. Stjóra frámerkið Aðal-endamálið hjá Norðurlandahúsinum, sum er at skapa karmar fyri mentanartiltøkum í Føroyum, at sjónliggera føroyska mentan og list í Norðurlondum og at flyta norðurlendska mentan og list til Føroyar, tykist nu við Athøllini av álvara at verða víðkað til eisini at umfata ráðstevnur, vinnulív, fundarvirksemi. Allir stjórar hjá Norðurlandahúsinum hava á hvør sín hátt sett sítt frámerki á húsið, summir meira sjónliga enn aðrir. Kanska er tað hetta frámerki, sum núverandi stjóri Niels Halm, sum eftir mínum tykki ikki er í tí sjónliga endanum, hevur sett: At skapa Norðurlandahúsið til ein modernaðan og forkunnugan ráðstevnu-depil mitt í Norður Atlantshavi. Tað er at gleðast um, hóast eg vóni og biði til, at tað framhaldandi fer at verða mentanin og listirnar og ikki ráðstevnurnar fyri pengasterkar fyritøkur, sum fara at traðka høvuðssporini í Norðurlandahúsinum í framtíðini. Eitt rúm fyri samtalu Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur helt síðan áhugaverda røðu. Nakrar hugleiðingar um rúmið, anneksið, supplementið, athøllina. Norðurlandahúsið, áðrenn Athøllina, er eitt stað, har tankin er móttøka. At taka ímóti. At lurta og síggja. Konsertsalurin, Dansisstovan, Klingran er hugsað sum ein einvegis samtala. Eitt rúm fyri einarøðu, monologi. Tann upptraðkandi er á palli og áskoðarnir sita sum so óvirknir og móttaka frá pallinum, klappa, fara síðan lágmæltir út í foyéruna, nikka høfliga, men ytra seg ikki opið og alment um tað, ið upplivað er. Ein kontemplativ útfoldelse, sum manifesterar seg inni í áskoðaranum í langa tíð eftir sjálvt upplivilsið. Við Athøllini er tankin dialogur. Samrøða. At verða saman um at úttrykkja seg, skapa innlit, lurta, síggja og tala, flyta verðina ella seg sjálvan. Eyðun setti spurngartekin við, um vit í alheimsgjørdu samrøðuni hava gloymt kynstrið at lurta? Hóast verðin er hátøknifrøðilig duga vit enn veruliga at lurta? Menniskjatemjarar í okkara tíð Eyðun fór víðari heilt aftur til Platon og sjálvt hugtakið um retorikkin. Platon dámdi illa tað, hann sá í síni samtíð, serliga retorikkin í síni samtíð. Platon vildi verða við, at hesin ‘talemagerkunstur’, sum sofistarnir nýttu, var ein vandamikil undirdeild av trøllakynstri - líkt slangutemjarunum á gøtuni. Hesir vóru menniskja-temjarar. Og – hugleiddi Eyðun - at menniskjatemjarnir í okkara tíð mundu verða at líkna við teir óteljandi samskiftisráðgevarnar og lýsingainformasjónin annars, sum florerar í okkara samtíð. Eyðun vónar og ynskir, at tað ikki verður tað slagið av samrøðu, sum verður í hesum rúmi, Athøllini. Men at høllin verður nýtt sum pallur, har samrøða verður millum líkaverdug menniskju. Kanska skulu vit lata okkum íblásast av Sokrates, sum gekk á gøtuni og avbjóðaði til samrøðu, bað menniskju siga sína hugsan, veruliga at SAMrøða. Við tí úrsliti at okkurt flytist, antin verðin ella ein sjálv/ur, ella bæði tvey. Eyðun endaði við einum citatið hjá norskum yrkjara, Arnold Øverland: “Du må ikke bedrive ord” og vónaði at Athøllin í den grad fór at bedríva orð. Nógv orð!! Ein vifta av listarligum fýrverki Í konsertsalinum, sum húsar eini 400 áskoðarar, varð nú fullsett av veitslukløddum gestum. Myndatólini hjá Kringvarpinum sett í vinkul og pallurin skrýddur, vertirnir til reiðar og listafólkini, sum skuldu geva sítt ískoyti til føðingardagsbarnið, klár handan pall. Og tað vóru eisini tveir vælupplagdir vertir, Jensina Olsen og Sjúrður Skaale, sum leiddu gallashowið við skemti og professionalismu. Genialt við gitikappingini hjá Jensinu, tað ér nærum so, at tað er vorðið pensum í skúlanum at vita, hvaðani glasið í Norðurlandahúsinum kemur, stálið, grasið, træið, grótið. Partur av almenna dannilsinum í Føroyum, um mann so má siga, og lukkutíð hevði Sjúrður lisið upp á lektiuna, svaraði rætt hvørja ferð, eisini tá Jensina spyr klassiska kvinnuspurningin: Sært tú nakað, sum er broytt við mær? Rætt svar: Tú hevur fingið nýggja frisuru, tú ert í nýggjum kjóla og ert tú ikki klænkað? Showcase? Skráin boðaði frá nógvum spennandi innsløgum og nøvnum, tað, sum veruliga er hot í Føroyum í løtuni innan tónleik og sniðgeving. Hesar tvær listir eiga opinbart bróðurpartin í eini jubileumsveitslu hjá størstu mentanarháborg føroyinga anno 2008. Men okkurt í mær fekk meg at hugsa, at hetta líkist aftur nú eini showcase, sum skal branda føroyska sniðgeving og tónleik úteftir. Við allari virðing og djúpari eyðmýkd fyri hesum listum. Ein syngjandi Gandalf Eg komi ikki inn á hvørt einstakt innslag (sí ummæli aðrastaðni í blaðnum), tó var eg heilt eksað í øllum kroppinum frá tí løtu Hanus G. Johansen trein innar á pallin við sínum dragandi trøllamátti, ein kraft úr úrdýpinum, sum gjørdi, at hárini reistust, so hugtakandi er Hanusar pallnærvera. Tá vóru vit eisini væl upphitað av kantatuni “Jørð”, sum er skapað til 25 ára hátiðarhaldið, orð eftir Róa Patursson, tónasmíð eftir Kára Bæk, frumframførd av Aldubáruni og kórinum Tarira, stjørnað av Bernarði Wilkinsson. Eitt rugvusmikið og komplekst verk, sum undirritaða er alt ov eyðmjúk og ókvalifiserað til at leggja seg út í at ummæla. Tó vildi eg ynskt, at um yrkingin absolut skal lesast upp, at tað varð gjørt av professionellum sjónleikara, so orðini fáa flog út í salin og hugløg og myndir kunnu skapast í huganum á áhoyrarunum. Nostalgiskt afturlit Ein filmpotpourri av brotum frá søgu Norðurlandahúsins hesi 25 árini rakti eisini eitt stað í solar plexus, tá vit eitt nú síggja William Heinesen, sála fara til upplatingina av húsinum í 1983. Øll hesi listaverk, allar hesar framførslur, øll hesi fólk, sum hava staðið á pallinum hesi 25 árini og oyst av tí keldu, sum føroysk mentan er: Jesus og Makedonarin, Eitt Dukkuheim, barnadansur, Føroyakórið, Antigone, Føroya Symfoniorkestur, fimleikafagnaður, gestaleikir úr Kongaliga Teatrinum og Cullberg Ballettini, opera, konsertir av alskyns slag, ein yngri Hanus Johansen, ein yngri Annika Hoydal, ein yngri Rói Patursson, sangleikir, Skeyk, Oceanic Days, Prix Føroyar, Listastevnan, Glataðu Spælimenninir, framsýningar, dansir, vitjanir, listafólk, sum liva og listafólk, sum eru farin. Upplivilsir, sum hava sett seg í minnið hjá okkum øllum. Ikki sørt at lítil nostalgiskur klumbur settist í hálsin. Eitt nú at síggja Sverra Egholm, sála, sum kong Kreon í uppsetingini av Antigone frá 1989. Ævintýr, nymfur, frummegi og klovnar Dansarin Kristina Ougaard Sørensen hevði tveir stuttar dansir eftir tónleiki hjá Dánjali á Neystabø, ein melankolsk og ævintýrakend koreografi. Gleði meg at síggja fleiri modernaðir dansir frá teimum mongu útbúnu dansarum, vit eftirhondini eiga. Vónandi aftrast tey ikki, hóast soltin og pírin stuðulsviðurskifti her á landi. Koreografiin var eisini tað, sum eg beit merki í í framsýningini av sniðgevunum Guðrun & Guðrun, Johonnu av Steinum og Barbaru í Gongini. Feitt, hetta skapar eina so heilt einastandi atmosferu rundan um klæðini, eitt heildarupplivilsi, sum geva sniðgevingini eina størri dimensjón, tá tey fortelja søgur við tónleiki og rørslunum. Vit vóru langt frammi í framtíðini í einum mekaniskum Barbie-landi, Blade Runner nymfum, undir havi, á fabrik, í áartutli, úti í regnskóginum.... hugurin slapp at ferðast víða saman við hesum sansaligu búnum. Ein væluppløgd Eivør, sum við einum ikki minni væluppløgdum orkestri, oysti av síni keldu av gandamegi. Har var sanniliga samband við frummáttin, nakað sum eg haldi ikki altíð eyðnast hjá Eivør at hava við, men nú var tað har í 7000 volt. Tað sama við BUDAM sum við einum spæli- og lívskátum orkestri fortaldi okkum, at vit eru øll klovnar. UG!! Og eg gleði meg til næstu konsert. Og tó... Samanumtikið ein praktfull og festlig føðingardagsframførsla, sum bara vaks og vaks, sum kvøldið leið. MEN ein pall-list glimraði við síni fráveru. Hvar var sjónleikurin í hesum hátíðarhaldi? Er tað kanska ein endurspegling av tí status, sum sjónleikur hevur í løtuni í almenna rúminum? Sum eitt heimleyst leysingarbarn, ongin torir at vísa fram? Rættuliga ørkymlandi og atfinnandi. (ok. nú ér undirritaða sindur innarliga í hesi listagrein, tí eri eg so snerkin, men kortini...). Tað mundi ikki tikið frá nøkrum til dømis at víst eitt lítið live brot úr onkrum av teim óteljandi sjónleikaframleiðslunum, sum hava verið á palli í Konsertsalinum: Eitt Dukkuheim, Frk. Julie, Hvør ræðist Virginu Wolf?, Antigone, Glataðu Spælimenninar, Dreymur Jóansøkunátt, Húsið hjá Bernarda Albu, Olivur Twist, Royndin, Í Óðamannagarði bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Ella úr teimum mongu publikums-trekkjandi sangleikunum hjá Studentaskúlanum í Hoydølum kundi man eisini hiva eitt nummar fram í dagens anledning. Ella leita í onkrum skuffum eftir nýskrivaðum dramatikki, um tað er frameftir vit skulu líta. Eg skilji ikki hesa raðfesting og góðtaki hana heldur ikki. Listafólk ganga á odda Men eg vóni, at vit øll í framtíðini sleppa at oysa úr tí keldu, sum er føroysk mentan og list. So vit fáa eitt uppaftur fjølbroyttari, ríkari, tolsamari, villari, spírandi, fríari og ótæmdari mentanarlív. Sum Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum segði: “So vit kunnu verða fyrimyndir fyri børnum og ungum, og at vit fáa møguleika at skapa og uppliva nakað serstakt, sum setir Føroyar á heimskortið”. Gott Kristina! Og gávan frá Mentamálaráðnum við teimum gávuríku kvæðakempunum úr Sankta Frants skúla var so sanniliga upp á pláss, var hvørki bleyt ella hørð, men bæði í einum. Júst sum Norðurlandahúsið sjálvt.