P/F Wenzel slakar 10 milliónir í avlopi

Hóast koronu var kortini talan um eitt gott ár hjá bilasøluni Wenzel í Havn í fjør

Tað vísir roknskapurin, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

Bruttovinningur felagsins var í fjør 27,2 milliónir krónur í móti 28,6 árið fyri. Lønarútreiðslurnar vóru 12,6 milliónir krónur í mun til 11 milliónir árið fyri.

Úrsltið áðrenn skatt var 11,7 milliónir krónur. Eftir eina skattarokning upp á 2,1 millión krónur, so gevur tað eitt úrslit upp á 9,6 milliónir krónur – eitt vet lakari enn árið fyri, tá metúrslitið hjá P/F Wenzel var upp á 12,6 milliónir krónur.

Partapeningurin hjá P/F Wenzel er 4,9 milliónir krónur. Eginognin hjá felagnum er 27,8 milliónir í mun til 26,2 milliónir árið fyri.Orsøkin til at vøksturin í eginognini ikki er eins stórur og yvirskotið er, at felagið hevur rindað partaeigarunum 8,0 milliónir krónur í vinningsbýti.

Stjóri hjá P/F Wenzel er Rúni M. Djurhuus.

Í nevndini eru:

Jógvan Emil Nielsen, nevndarformaður

Bárður Brimvík Tórshavn, nevndarlimur

Hjalti Hvítklett, Hoyvík, nevndarlimur

Rúni Martinsson Djurhuus, Hoyvík, nevndarlimur