P-hús í miðbýnum

er avgerðin tikin á skeivum grundarlagi

Í samband við viðgerðina av umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri økið, har ætlaða P-húsið skal byggjast í miðbýnum í Havn, vóru fleiri ivasamir sannleikar førdir fram.

 

Ongin semja við grannarnar:

 

Tá umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu í samband við P-húsið legði málið um broytingina av byggisamtyktini fram, upplýsti umsitingin, at tað ikki eydnaðist Gullak Madsen at fáa eina semju við grannarnar um ætlaða byggingina. Her skal sigast, at hetta beinleiðis lygn. Hvørki umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu, Gullak Madsen ella arkitekturin hava vent sær til nakran av grannunum til ætlaðu bygging av P-húsinum. Mett verður, at hetta er sera álvarsamt, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu ikki brúkar rættar upplýsingar, tá ið hon leggur mál fyri Byggi- og býarskipanarnevndina at taka støðu til.

 

Er hæddin nú tann rætta?

 

Í samband við viðgerðina av málinum um broytingina av byggisamtyktini hevði Tróndur Sigurðsson eina framløgu av málinum. Har upplýsti hann, at bygningurin var lækkaður eina hædd. Hetta frøddi sjálvandi “Grannalív”, tí hetta er hóast alt eitt lítið fet rætta vegin. Í spenningi søktu vit um alment innlit fyri at vita, hvat arkitekturin og umsitingin høvdu funnið upp á. Vónbrotið var líka stórt sum spenningurin var áðrenn. Bygningurin er ikki lækkaður, men í staðin er samlaða hæddin blivin 90 cm hægri. Hetta meta vit er sera løgið, tí bygningurin var lækkaður eina hædd, sambært frágreiðingini hjá Tróndi Sigurðsson. Spurningurin er tískil, um hetta er ein tilætlað villleiðing hjá býráðnum, ella um umsitingin hjá kommununi hevur latið Byggi- og býarskipanarnevndini skeivar upplýsingar. Vit meta, at umsitingin hjá kommununi eigur beinanvegin at koma við teimum røttu tekningunum ella røttu upplýsingunum, so bæði grannar, havnarborgarar og Tórshavnar býráð veit, hvat ið er upp ella niður í málinum, og at øll hava møguleika at koma við viðmerkingum til broyting av byggisamtyktini, og ikki minst við teimum røttu hæddunum.

 

 

 

Vinarliga

 

Felagið “Grannalív

 

Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.