Pól í bíðistøðu

Maðurin, sum í fjør lyfti FM-steypið fyri B36, hevur enn ikki gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Liðfelagarnir í B36 leggja annars til brots við veruligu fótbóltsvenjingini í kvøld, eftir at teir í nakrar mánaðir hava vant kropsliga venjing burturav. Men hóast samráðingar hava verið millum Pól og B36 um nýggjan sáttmála, so hava hesar enn ikki givið nakað úrslit.
- Í løtuni má í øllum førum sigast, at stígur er komin í samráðingarnar. Eg hevði annars ætlað mær at spælt við B36 aftur í ár, men í verandi støðu tykist hetta ógvuliga ivasamt, sigur 32 ára gamli verjuspælarin.
Hann vil tó á ongan hátt staðfesta, at hann við hesum er liðugur í B36. Hann váttar, at fyrispurningar eru komnir frá øðrum feløgum, men veruligar samráðingar hevur talan so ikki verið um.
- Eg havi sjálvandi eisini hoyrt søgurnar um, at eg havi gjørt sáttmála við okkurt annað felag, men tað er so einki um hetta, staðfestir Pól.
Pól Thorsteinsson kom til B36 úr VB í 1998. Her spældi hann í tvey ár, áðrenn leiðin í 2000 gekk til Íslands, har hann spældi í eitt ár. Í 2001 spældi hann við NSÍ, sum hetta árið vann steypakappingina og gjørdist nummar tvey í landskappingini. Síðani hetta hevur hann aftur spælt í B36.
Pól hevur 37 ferðir umboðað Føroyar í altjóða høpi. Fyrsta ferðin var, tá Føroyar tann 30. apríl í 1997 vunnu 2-1 á útivølli móti Malta. Seinasti dysturin var í oktober 2004, tá Føroyar spældu móti Írlandi í Dublin.