Fríggjadagin skal Pál Vitalis Joensen royna at svimja seg í OL-finaluna, tá ið innleiðandi umførini í 1500m frísvimjing fara av bakkastokki.
Ferðin í innleiðandi umførunum av OL er øgilig, og hóast Pál ikki hevur havt tíðirnar við sær síðstu tíðina, so væntar Jón Bjarnason, at hann kemur í finaluna.
Seinast Pál var við í OL, tað var í London í 2012, bleiv tað ikki til nakað finalupláss, men:
- Hann er ein so nógv meira royndur svimjari nú, og tað hevur meira at siga til nakað so stórt, sum OL jú er, sigur Jón Bjarnason við Sosialin í dag.
Ein longri samrøða við Jón Bjarnason er at lesa í Sosialinum í dag. Har ber eisini til at síggja hvørjar átta svimjarar hann tippar at koma í finaluna í 1500m frísvimjing.