1. partur
??????????
"Thorshavn, der ellers kan bemande 16 Ottemandsfarere, er i denne Tid ikke istand til at bemande 1, og man må med dyb Bekymring see, at den Tid henrinder, da Tørven skal tilberedes, uden at man er istand til at foretage det mindste Skridt til Tilveiebringelsen af denne saa høist nødvendige Artikel. (_) En sørgelig Stilhed hersker overalt, og de uhyggelige Omgivelser bringe Enhver til at gyse. Man seer neppe et Menneske paa Gaden, og de allevegne tilsluttede Vinduesskodder vidne om den Elendighed, der er i enhver Familie. ? Kun 3 Handelsbetjente ere nogenledes istand til at vedligeholde Handelen. Alt arbejde hviler. (_)."
Fædrelandet nr. 141
d. 17 juni 1846.
"Igaar ere tvende dygtige læger. Dhrr. Manicus og Panum, efter kgl. Foranstaltning, afreiste til Færøerne for at være til Hjælp under den Ulykke, der ved Mæslinger har ramt dette fraliggende Sted."
Fædrelandet nr. 146,
d. 23 juni 1846.
Illa stóð til í Føroyum á sumri í 1846, tí meslingar herjaðu sum umfarssótt. Donsk bløð skrivaðu nógv um hetta. Av teim 800 fólkunum í Havn, vóru umleið 700 sera sjúk. Um allar Føroyar doyði fólk, meðan eldri fólk, sum høvdu havt sjúkuna í 1781, tá hon herjaði í Føroyum, gjørdust tó ikki sjúk. Meslingarnir, sum komu við útiseta frá Keypmannahavn, spjaddu seg um allar Føroyar. Um mánaðarlok vóru dugnaligu læknarnir Panum og Manicus tí sendir til Føroyar at hjálpa til.
Av hesi ferð stendst nógv forvitnisligt. Serliga er tað bókin hjá læknanum Panum: "Iagttagelser ? under Mæslinge-Epidemien paa Færøerne i Aaret 1846", sum vakti miklan ans, og gjørdi hin blaðunga Panum kendan innan læknavísindi. Í dag er hetta arbeiðið og verkið áhugavert, bæði fyri tess vísindaástøði og tað pláss henda frágreiðing skuldi fáa innan danska vísindasøgu. Í dag eru slíkar keldur enn áhugaverdar, tí hesar eru sum søguligar keldur, førar fyri at siga okkum um Føroyar í 1846 og um viðurskifti millum partanir í danska Ríkinum, um Føroyar og Danmark. Henda bók gevur eina "mynd" av fólki, mentan og av heilsustøðuni sum heild í Føroyum. Innan etnologiska vísindi er vanligt í dag at nýlesa slíkar "frásagnir", fyri teirra máta at umboða serlig viðurskifti, sum t.d. lyndiseyðkenni og siga okkum um politisku hjálanda valdsjavnvágina.
Føroyafrágreiðingar
- Stutt um søguna hjá einum tekstaslag.
"Færøerne i sig selff ere intet andet / end som nogle høye Klipper / som opstige aff det vilde haff / næsten ofverbetagte med nogen tynd Jord. . ."
Lucas Debes, 1673.
Søgan hjá tí tekstaslag, kallað "føroyafrágreiðing", er sera gomul. Til hetta slag av teksti hoyra serliga tær stóru frágreiðingarnar, men eisini ferðamannabøkur og t.d. læknaferðir hava ymiskt forkunnugt at bjóða.
Longu í árinum 825 í Aix-la-Chapelle skrivaði hin lærdi írski munkurin Dicuil eina bók kallað: "Liber de Mensura Orbis Terrae", ið merkir at máta jørðina, ella Bókin um at máta jørðina. Dicuil brúkti mest eldri keldur, men legði tó okkurt aftrat, t.d.:
"Der er mange andre øer nord for de britiske havne. Man kan komme dertil ved at sejle direkte fra Nordbritannien i to dage og to nætter for fulde sejl og med gunstig vind hele tiden. (_) De fleste af øerne er små, og i de fleste tilfælde er der små sunde imellem dem, og nogle eneboere, der kom fra vort Scotia (Irland), har boet på øerne i næsten hundrede år. (_) Vi har aldrig set de øer, det drejer sig om, omtalt i nogen forfatters bog"
(Diucil í C.V.C.Young 1982).
Herfrá til tíðina um trúbótina finnast ikki nógvar keldur, men seinni kenna vit líknandi arbeiði, m.a. eina nú horvna hondskrivaða Føroyafrágreiðing av Peder Jacobsen Spjellerup, ið var prestur í Norður-Streymoy í árunum 1665-67. Frá 1592 finst eitt eldri yvirlit um Føroyar í: "Norriges oc omliggende Øers sandfærdige Bescriffuelser" af Peder Claussøn Friis (útgivið í 1632). Í einum broti í hesum finst tekstur um Føroyar, sum er skrivaður við føroyinginum Jacob Oudensøn sum keldu. Eisini finnast nøkur orð í Jens Lauritzsøn Wolffs: "Norrigia Illustrata" frá 1651. Men meiri um hesar seinni.
Atfinningarsami Panum
Panum var mangan hildin at vera sera atfinningarsamur. Serliga er tað reinførið, livihátturin og almenna heilsustøðan, ið hann helt vóru út av lagi vánalig. Henda framseting av viðurskiftunum skuldi eisini elva til ósemjur og øði millum meiri tjóðskaparligar føroyingar. Seinni skrivaði Erslev í verkinum: "Den Danske Stat" frá 1855-57 um Føroyar, har hann beinleiðis tók eftir Panumsa verki.
Peter Ludvig Panum (1820-1885) varð føddur í Rønne á Bornholm. Hann var sonur ein hernaðarlækna. Sum 9 ára gamal fluttu tey til Eckern-Førde. Hann gjørdist studentur á Flensborg Lærde Skole, og tók eftir hetta upp lestur í Kiel. Í 1841 varð hann inmatrikuleraður við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Hann skuldi vísa seg sum ein evnagóður og íðin læknalesandi. Vegna vánalig peningaviðurskifti byrjaði Panum longu at læra frá sær í lestrarárunum. Panum var beinanvegin ein dugnaligur medisinari, men serliga áhugin fyri náttúruvísindini var stórur. Tá á døgum vóru hugvísindi nógv tað størsta fakið, meðan náttúruvísindi ikki høvdu sama ans sum tey stóru gomlu hugvísindafakini. Longu sum lesandi skrivaði Panum: "Methodisk Ledetraad til Brug ved Undervisningen i Naturlærens Begyndelsesgrunde".
Fyrsti meinbogin
- Føroysku læknarnir
Tað, sum læknarnir, ið eru útsendir til Føroyar, skriva, er mangan áhugavert keldutilfar, sum vanlig søgufrøði ikki tekur sær av. Tey flestu, ið arbeiða við føroyskari søgu hava ikki valt at tikið verk Panumsar við í keldulistan. Undantøk eru tó, so sum Jonathan Wylie, sum í bókini: "The Faroe Islands ? Interpretations og History", tekur fram Panum og at hesin gjørdi Føroyar kendar innan læknafrøðigreinina epidemologi, eins og Føroyar eru kendar millum fólkaminnifrøðingar fyri eina livandi kvæðamentan, og millum fuglafrøðingar fyri øgilig fuglabjørg. Antropologurin Wylie brúkar seinni Panum sum keldu, har hesin lýsir føroysku roykstovuna. Í slíkum keldunum er eisini nógv at finna um metingar av føroyingum, m.a. tekur Manicus til í: "Nogle Iagttagelser over de paa Færøerne og de sammesteds manglende sygdomme", at: "Færøboeren er i Amnindelighed af stærk muskuløs Bygning, lyst Haar, blaa Øjne, smukke hvide Tænder. Dentes incisive ere hos de Voksne, ligesom hos de gamle Ægyptere, saaledes afstumpede, at de have en Tyggeflade som dent. Molar. Caries dentium er yderst sjælden. Hans Temprament falder ofte noget i det phlegmatiske, hvorfor ahn i alle Livets Tildragelser viser en sjælden Fatning og skammer sig at vise nogen som helst Lidenskabelighed". Her fáa vit ikki bert at vita, at fólk hava vakrar hvítar tenn, men hvussu fólkið var umleið 1842. At føroyingar skuldu hava flegmatiskt lyndiseykenni ? ið er lyndi merkt av líkavekt og hesi fólk eru seiglig, trek og ikki til at førka úr stað. Henda læran um lyndiseykenni gongur aftur til grikska filosofi, sum t.d. Empedokles.
Í Føroyum vóru Panum og Manicus fyri nógvum loynibrøgdum, ráðagerðum og svikaráðum, serliga læknarnir í Føroyum, føroyingurin Napoleon Nolsøe og C. Regensburg, ið allar keldur leggja undir fyri at vera hálvvánaligar, skuldu vísa lítið sømiligan atburð. Nolsøe, sigur Panum, er ikki mætari enn ein "klók" kona, og er ikki serliga dugnaligur. Regensburg, ið var dani, var Landchirurg paa Færøerne, og serliga honum dámdi lítið ungu Kanningarnevndina senda av Kongi. Millum privatu pappírini hjá Panum í savninum hjá Kongaliga Bókasavninum (4578, 4) stendur at lesa um møtið hjá Panum við "R", ið er Regensburg, at hesin kom umborð á skipið 30. juni klokkan hálvgum eitt, har hann vildi leiða teir fram fyri Amtmannin. Men hesir løgdu ikki í at hava hendan "Dr. R" við sær, ella sum so nakað at gera við hann. Fimm minuttir eftir, at Panum og Manicus stóðu framman fyri Amtmanninum, kom Regensburg. Hesin skilti illa støðuna, at Panum og Manicus ikki høvdu nakað at gera við hann sum Landchirurg. Serliga var tað honum umráðandi at tryggja sær føroysku sjúklingarnar, og at hansara inntøka ikki varð tarnað. Hesin maður skuldi vísa seg at vera trásettur av tonkum um pening. Panum sigur so turrisliga: "Det første Charakteertræk han viiste var det at drage nogen pecuniær Fordeel af os". Hetta merkir á føroyskum, at Regenburg royndi at fáa peningaligan vinning av starvsbrøðrum sínum úr Danmark. Fyrst vildi hann hava appelsinir frá læknanum Manicus, sum ikki tímdi at svara, meðan Panum játtaði honum nakrar. Síðani royndi hann at selja eina doktarakistu til Panum, ið hann ikki brúkti, fyri 4-5 ríkisdálar. Sum Panum helt fyri, var henda kista ikki verd 4 ella 5 markar. Beinanvegin kom ilt millum partarnar. Ein maður úr Miðvági kom til Panum eftir heilivági. Hesin hevði eisini biðið Regenburg um tað sama. Endin var, at maðurin fekk tað frá Panum, har Regenburg seinni møtti hjá Panum, og skeldaði hann illa.
Regensburg meinti ikki, at Panum hevði rætt at reka praksis í Føroyum. Panum bjóðaði at senda tey fólk, hann viðgjørdi, til hansara, so hann kundi útflýggja heilivág, tí hann á síni stuttu ferð í Føroyum ikki vildi skerja hansara inntøkur og tí hansara praksis. Men hesin maðurin varð sum besettur og ikki til at tosa við. Panum er skelkaður av at hesin embætisbróðir í Føroyum, er so lítið at sær komin. Panum rekur at enda hendan mannin frá sær, og biðir hann bert klaga til Amtið, men: "betænk at De ej faar en Næse af Amtet og naar De klager over Amtet saa maa De med det samme klage over Sundhedscollegiet som har givet Amtet Myndighed over mig og sat mig i Uafhængighedsforhold, og da det ikke vilde kunne hjælpe at De klagede til Kongen da han havde givet Collegiet Ordre til at handle frit". Bæði Panum og Manicus útflýggjaðu fátækum sjúkum heilivág ókeypis, men tá hesi venda sær til Regenburg blakar hann hendan vekk, ella hann snýtur við løginum, og gevur fólki ein tunnan mikstur, har Panum hevur givið konsentreraðar opiumsdropar.
Hesin Regenburg var eisini bangin fyri at ferðast í Føroyum. Honum dámdi at binda frið og bert geva hópin av heilivági, ið ikki hevði serligt árin, tí hann var ov tunt skamtaður. Fólkið hevði tí einki álit á manninum. Einaferð komu menn úr Hesti til húsini hjá Regenburg, har Panum var staddur og róku hann út úr egnari stovu, tí teir vildu hava viðgerð frá Panum.
Onkrar keldur:
P.L. Panum: Iagttagelser ? under Mæslinge-Epidemien, Bibliotek for Læger, januar-april. 1847
Fædrelandet nr. 141-152, 1846.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og Færøerne. Í: Fra Færøerne ? Úr Føroyum VI. Dansk-færøsk samfund 1972.