Á skránni eru oljumálningar frá føroyskum umhvørvi og náttúru.
Pól, ið er føddur í Klaksvík í 1962, byrjaði av álvara at mála í 1979. Hann hevur búð fleiri ár uttanlanda, men í 1992 flutti hann aftur til Føroyar og býr nú á Vatnsoyrum saman við familju síni.
Hansara framsýningar kring landið hava verið væl vitjaðar, og serliga í Klaksvík hevur áhugin verið sera stórur, kanska tí at hann hevur sínar røtur í Norðoyggjum.
Framsýningin letur upp leygardagin 26. februar kl. 14.00 og er opin til kl. 18.00
Annars verður opið soðleiðis:
Mánadag - fríggjadag: frá kl. 10.00 - 12.00 og kl. 13.00 - 16.00
Framsýningin heldur fram til 31. mars.