Hon sær ikki út av nógvum. Superdraktin.
Fyrst í hesu øldini sá svimjiheimurin eina drakt, sum kleimdi inn vøddar, bróst og annað fyri at minka um vavið á svimjarunum. Reglurnarn søgdu, at draktin skuldi vera í einum, og úrslitið varð ein heildrakt, sum gekk út á øklarnar og handliðini. Framleiðararnir valdu at geva draktini hála húð sum hvalir, ella rúruta sum hávar.
Tað hava altíð verið greiðar reglur, at svimjarin kann ikki nýta fitjur ella flótiamboð fyri at betra um síni svimjievni. Tað var hinvegin einki forboð móti draktini, sum betraði svimjaran munandi.
Fleiri svimjarar tóku seg fram við superdraktini, og kring heimin vóru alskyns nýggj svimjimet sett.
Ein hópur av føroyskum svimjarum valdu eisini at gjalda fyri eina slíka drakt, sum varð nýtt á føroyameistarastevnum.
Men so byrjaðu røddir at tala at. Serfrøðingar mettu, at eingin kundi gera seg galdandi uttan eina drakt. FINA, altjóða svimjisambandið, staðfesti, at svimjing skal verða um svimjarar, og ikki um útgerð. Superdraktin varð bannað í ár, og fleiri svimjarar eru horvnir sum døgg fyri sól.
Pál Joensen var ein teirra, sum nýtti superdraktina. Tí vóru tað fleiri sum settu spurnartekin við evnini hjá Páli Joensen undan evropameistarakappingini.
Men vágbingurin svaraði atfinningunum.
- Hann skúgvaði allan iva til viks og stóð seg eins væl uttan draktina, sigur Jón Bjarnason, venjari.