Leygardagin skrivaði Páll á Reynatúgvu á profili sínum á facebook, at hann í løtuni umhugsar, hvørt hann skal lata seg stilla upp aftur til kommunuvalið á Sandi ella ikki.
Í morgun hevur Portalurin spurt Páll, um hann hevur tikið nakra endaliga avgerð um uppstilling.
- Eg umhugsi framvegis støðuna, og enn er endaliga avgerðin ikki tikin. Avgerðin skal so takast í seinasta lagi hin 23. oktober, sum er seinasta freist, sigur hann.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hann seinastu dagarnar hevur fingið rættiliga nógvar áheitanir um at lata seg stilla uppaftur.
- Okkara hjartamál á seinasta kommunuvali var nýggjur barnaskúli og bókasavn, og hesar verkætlanir eru báðar framdar, nú kommunuval stundar til aftur.
Hann sigur, at verður niðurstøðan hon, at hann letur seg stilla uppaftur, verða hjartamálini hjá honum trivnaðarmál í breiðari merking.
- Men, sum sagt. Endalig støða um uppstilling er ikki tikin, og teir næstu dagarnar fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur Páll á Reynatúgvu.