Pætur: Eitt av mínum málum var at vera úttikin til landsliðið (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Pætur J. Petersen yviri í Litava

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt nakrar undansamrøður við landsliðsleikarar.

 

Millum teir Petur Asbjørn fekk orðið á í dag var Pætur J. Petersen hjá HB, ið stendur á gáttini til sína landsliðsdebut.

 

Pætur greiðir frá, at tað var eitt av málunum hjá honum fyri hetta kappingarárið at blíva úttikin til landsliðið. Hann hevur fylgt landsliðnum trúliga, og hann vónar at kunna fáa sína debut nú. Men kemur hon ikki nú, so er Pætur tolin og væntar, at hon fer at koma seinni.

 

Pætur greiðir frá, at familjan, og serliga pápin, ið er hóvmeistari umborð á skipi eru fegin um, at hann er úttikin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

Samrøða úr Litava við Pætur J. Petersen

Samrøða úr Litava við Pætur J. Petersen