Pætur og AMO eru oddalið í næstbestu svensku deildini

AMO er komið væl frá byrjan í svensku kappingini

Pætur Mikkjalsson tók nøkur tøk í verjuni hjá AMO í næstbestu svensku hondbóltsdeildini í dag, tá AMO á heimavølli vann 31-27 á Drott. AMO var á odda 16-11 í steðginum.

 

- Eg fekk øgiliga lítið av spælitíð í dag, sum er rættilig løgið. Havi byrjað nni allar dystirnar burtursæð frá hesum dystinum, har eg næstan einki spæli. Fekk bara tíð í verjuni í dag. Sigur Pætur í stuttari viðmerking til in.fo.

 

AMO hevur fýra stig fyri tveir dystir, og er oddalið vegna tann besta málmunin. Hini liðini sum hava fult stigatal, fýra stig eru Karlskrona og Skånela. 

 

Besta liðið í deildini flytur upp. Nummar tvey til fýra spæla Play Off dystir um uppflyting móti næst, trið og fjórðaftastu liðunum í bestu deildini. 

 

Leygardagin spælir AMO á útivølli móti Torslanda.