Pætur og AMO hildu frástøðuna í oddinum

AMO fekk hepnan javnleik á útivølli í dag

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru framvegis ósigraðir í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag fekk AMO sambært Pæturi knógvað ein hepnan javnleik 27-27 móti Kungälv á útivølli. Pætur tók sum vant nógv tøk í verjuni, men hann kom ikki á máltalvuna í dag.

 

Í steðginum var AMO á odda 15-14. AMO eru framvegis ósigraðir aftaná 18 umfør.

 

AMO er einsamalt oddalið í deildini við 32 stigum. Nærmastu kappingarneytarnir, Karlskrona og Kungälv hava 28 stig hvør.

 

Komandi leygardag spælir AMO á útivølli móti IFK Karlskrona.