Pætur og AMO løgdu út við stórsigri

Pætur Mikkjalsson spældi í dag sín fyrsta dyst í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Undan hesum kappingarárinum skifti Pætur Mikkjalsson til Alstermo - eisini kent sum AMO, ið spælir í Allsvenskuni sum er næstbesta hondbóltsdeildin í Svøríki. 

 

Pætur og liðfelagarnir í AMO fingu eina sera góða byrjan uppá kappingina í næstbestu hondbóltsdeildini í dag.

 

AMO vann stórsigur 40-24 á Rimbo á útivølli. Í steðginum var AMO á odda 22-13.

 

Um sín fyrsta kappingardyst í Svøríki sigur Pætur í stuttari viðmerking til in.fo: - Tað var fínsta slag. Vit spældu ein ekstremt torføran venjingardyst móti Helsingborg, sum spæla í bestu deildini farna sunnudag. Eftir tann dystin hava vit vant hvønn dag. Vit hava tosað nógv um bæði verju og álopsspælið hjá okkum. Tað riggaði væl hjá okkum í dag, men har eru enn ymiskir lutir vit noyðast at rætta uppá, serliga í verjustøðu. Eisini missa vit óv nógvar bóltar, sum geva Rimbo kontramál. Tó so vinna vit við 16 málum, so tað man fara at vera eitt góðtikið avrik.  Eg spældi sjálvur fyri tað mesta í verjuni, men fekk tó skotið tvey mál uppá tvær málroyndir, sigur Pætur Mikkjalsson úr Svøríki.