Skála leikarin, Pætur Dam Jacobsen, sum telist millum royndaru leikararnar í Effo-deildini, fer komandi kappingarár eisini at virka sum venjari í felagnum.
Umframt at hann kemur at spæla við Effo-liðnum hjá Skála, so verður Pætur Dam Jacobsen eisini partur av høvuðsvenjaratoyminum hjá felagnum, sum leggur seg eftir at betra tað fótbóltsfakliga tilboðið hjá felagnum.
Skála ÍF skrivar á Facebook:
Skála Ítróttarfelag og Pætur Dam Jacobsen hava í kvøld skrivað undir sáttmálar har Pætur bindur seg at leika við EFFO-liðnum hjá felagnum og verða ein partur av Høvuðsvenjaratoyminum hjá felagnum.
Sum framhaldandi menning av ungdómsfótbóltinum, verður í ár toymi sett at betra tað fótbóltsfakliga tilboðið hjá felagnum.
Ein liður í menningarætlanini verður at skipa fyri eykavenjingum einaferð um vikuna, har arbeitt verður við teknisku førleikunum hjá børnunum. Pætur kemur at tilrættisleggja og skipa fyri hesari venjing, og er meiningin at áleið 4-6 venjarar eru rundanum um hesar venjingarnar so vegleiðingin er so góð sum gjørligt.
Pætur Dam Jacobsen hevur lokið B-venjaraprógvið hjá FSF og hevur annars nógvar royndir sum leikari. Tí eru vit sera fegin at hann kemur at geva sín íblástur til ungdómsvenjingarnar hjá felagnum.