Ein fartelefon, sum bilførarin hjá Osama bin Laden átti, avdúkar nú, at pakistanska fregnartænastan var vitandi um, hvar bin Laden fjaldi seg. Tað skrivar blaðið New York Times. Teir amerikonsku hermenninir funnu telefonina í húsunum hjá bin Laden, tá teir gjørdu av við hann.
Upplýsingarnar í telefonini vísa fleiri samtalur við pakistonsku fregnartænastuna. Amerikanskir embætismenn siga, at hetta prógvar ikki, at fregnartænastan vardi bin Laden, men at hetta kann vera við til at loysa gátuna um, hvussu bin Laden kundi fjala seg í einum marglætishúsum í hernaðarbýnum Abbottabad.
Í fartelefonini eru eisini upplýsingar, sum vísa, at bin Laden hevði samband við tann hernaðarliga felagsskapin Harakat-ul-Mujahedeenn, sum leingi hevur havt tætt tilknýti til pakistonsku fregnartænastuna, og sum eisini hevur loyst ymsar uppgávur fyri fregnartænastuna, skrivar New York Times.