Pál aftur silvur í Berlin

Føroyska svimjirakettin megnaði enn eina ferð at vinna silvur í EM – hesa ferð á 800 metrum

Pál Joensen hevur seinnapartin enn eina ferð skrivað søgu. Bæði svimjisøgu og føroyska søgu sum heild.

Seinnapartin mikudagin vann hann silvur á 1500 metrum, og í dag var hann aftur næstfremstur. Hesa ferð var tað á 800 metrum. Harvið hevur Pál Joensen í tvey samdøgur vunnið tvey silvur heiðursmerkir á longstu teinunum í frísvimjing í EM. Hetta bragdið í Berlin er størri enn nakað annað, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur megnað.

Aftur hesa ferð var italiumaðurin Gregorio Paltrinieri fyrstur á mál. Hann var væl frammanfyri allar hinar. Pál Joensen var fyrstu longdirnar á fjórða plássi. So loraði hann seg fram á triðja plássi,ð og í endaspurtinum smurdi hann allar avbjóðarar til silvurplássið av.

23 ára gamla føroyska heimsstjørnan hevur við avrikunum í hesi vikuni staðfest, at hann framvegis er heilt uppi á toppinum í altjóða svimjing.

 

Í Vági vóru svimjarar og onnur áhugað í Susvim savnað í Stóra pakkhúsi at fylgja stolta bygdarsoninum í royndini enn eina ferð at draga europeiskan málm til bygdar. Millum hesi taldist Jón Bjarnason, sum í nógv ár var venjari hjá Páli Joensen.

-Vit vóru vitni til enn eitt mest sum fullkomið avrik hjá Páli. Hann legði varðliga fyri, og kanska var hann aftastur, tá ið teir vendu fyrstu ferð. Men hann vísti, at hann hevði tak á støðuni. Avrikið í dag var enn ein undirstriking av, at Pál framvegis er partur av heimselituni á longru teinunum, og nú verður spennandi at síggja, tá ið hann fer at fyrireika seg til HM í Russlandi næsta summar og til OL í Brasil um tvey ár. Í Berlin hevur Pál prógvað, at fult og heilt hevur reist seg eftir vónbrotið í OL í London fyri tveimum árum síðani, sigur Jón Bjarnason.

 

1.     Gregorio Paltrinieri, Italia, 7:44.98

2.     Pál Joensen, Føroyar, 7:48.49

3.     Gabriele Detti, Italia, 7:49.35

4.     Stephen Milne, Bretland, 7:50.64

5.     Jan Micka, Tjekkia, 7:52.19

6.     Gergely Gyurta, Ungarn, 7:55.47

7.     Ferry Weertman, Holland, 7:55.57

8.     Richard Nagy, Slovakia, 7:56.28