Pál Weihe heldur midnáttarrøðuna á Norðoyastevnu

Hann hevur verið nógv á breddanum seinastu tvey árini, meðan korona hevur herjða – og hann forkom norðoyingum norðoyastevnuna í fjør, halda summi. Men leygarkvøldið verður tað Pál Weihe, sum fer at halda midnáttarrøðuna á Norðoyastevnu

 

Pál Weihe, sum er útbúgvin lækni, hevur í meir enn 30 ár verið leiðari á deldini fyri Arbeiðs- og Almennheilsu á Sjúkrahúsverki Føroya.

 

Í sambandi við, at Pál Weihe í 2015 varð settur sum adjungeraður professari á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, helt hann ein fyrilestur við heitinum “Betur fyrivarin ...”

 

Helst kenna vit eina best Pál við hesum eyðkenninum: “At vera fyrivarin”. Hvussu ansa vit eftir hesum og hasum? Hvønn dag í tvey ár at kalla og upp í fleiri ferðir um dagin hittu og hoyrdu vit hann í Kringvarpinum ella á skíggjanum, sáttliga greiða frá, um hvussu man best ansaði eftir ikki at fáa koronu.

 

Pál hevur sloppið undarliga væl frá at hava “forkomið” ymsum stevnum og samkomum, sum hildið vórðu betri ógjørdar, vegna korunu. Men tað hevur hann dugað og kunnað við sínum hóvliga og siðiliga lyndi – har eisini góðar grundgevingar hava ligið aftanfyri.

 

Dagin fyri Norðoyastevnan skuldi fara av bakkastokki í fjør við rúgvusmiklari skrá, ringið Pál og boðar frá, at betri er ikki at hava Norðoyastevnuna vegna sóttina. Vit lótu okkum siga, og so var friður.

 

– So ikki er gott at vita, um Pál fer at biðja um fyrigeving fyri hesa gerð, at taka gleðina frá okkum – aftur at hava eina “vanliga” Norðoyastevnu, eftir at hon var munandi skerd árið fyri - í 2020, skriva tey úr Klaksvík.

 

– Tó at Pál er bæði garnskari, professari og lækni, so dugur hann hóast sína fakligheit, at vera áhugaverdur og stuttligur at lurta eftir. Hann dugir væl at siga frá og seta annars stirvnar støður í eitt lætt og eisini skemtiligt ljós.

 

– Vit hava heilt víst okkurt áhugavert og hugaligt at taka til okkum við miðnáttarrøðuna leygarkvøldið á Norðoyastevnu, tá ið Pál Weihe heldur røðu. Umráðani er at lurta við opnum sinni, skrivar fyrireikararnir av Norðoyastevnuni í Klaksvík.

 

Leygarkvøldið 28. mai

 

Kl. 24.00: Midnáttarsamkoma í Vágstúni.

 

                 Kyndlagonga kemur í Vágstún

 

                 Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu.