Palestinskir miðlar: 100 deyð í loftálop á skúla í Gaza

100 fólk eru deyð í einum ísraelskum álopi á ein skúla í Gaza, upplýsir palestinska tíðindastovan Wafa.

Myndin her er frá einum øðrum álopi á ein skúla enn tann, sum hendi leygardagin 10. august. Á myndini hyggja palestinar nærri at skaðanum eftir eitt ísraelskt álop á ein skúla í býnum Deir al-Balah í Gaza 27. juli. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix

100 fólk eru deyð í einum ísraelskum loftálopi á ein skúla í Gaza, upplýsir palestinska tíðindastovan Wafa, sambært tíðindastovuni Reuters.

Skúlin liggur í al-Daraj-distriktinum í Gaza í Gaza City og hýsir palestinum, sum eru flýddir innanlands, stendur víðari.

Sambært fjølmiðlaskrivstovuni hjá Hamas-stjórnini skuldi álopið verið hent undir morgunbøn í al-Daraj, skrivar Reuters.

Stutt fyri hesa fráboðan segði talsmaðurin fyri borgaraligu neyðstøðuna í Gazageiranum, Mahmoud Basal, at 40 fólk vóru deyð í einum ísraelskum loftálopi á al-Taba’een skúlan í Gaza City.

- 40 pínslarváttar og tíggjutals særd eftir ísraelsk bumbuálop á al-Taba’een skúlanum í al-Sahaba-økinum í Gaza-býnum, sigur Basal.

Men borgaraverjan í Gaza hækkaði seinni talið av deyðum í álopinum á skúlan til millum 90 og 100 fólk.

- Talið av deyðum liggur nú millum 90 og hundrað, og tað eru fleiri tíggjutals, sum eru særd. Tríggjar ísraelskar rakettir raktu skúlan, sum hýsti innanlands flýddum palestinum, sigur Basal við tíðindastovuna AFP.

Fjølmiðlaskrivstovan hjá Hamas-stjórnini sigur eisini, at "tað vóru fleiri enn 100 pínslarváttar" eftir álopið.

Basal lýsir hendingina sum eitt "ógvusligt dráp".

- Vit royna at fáa tamarhald á eldunum fyri at fáa líkini aftur og bjarga teimum særdu, sigur hann.

Ísraelski herurin segði leygardagin, at hann hevði "júst rakt yvirgangsmenn hjá Hamas, sum vóru í einum skipanar- og eftirlitsmiðstøð hjá Hamas, sum liggur inni í al-Taba'een skúlanum".

Hósdagin segði borgaratilbúgvingin í Gaza, at ísraelsk loftálop raktu tveir skúlar í Gaza City og drupu fleiri enn 18 fólk.

Ísraelski herurin segði tá, at hann hevði rakt skipanarmiðstøðir hjá Hamas.

Fleiri enn 39.000 palestinarar eru deyðir í ísraelskum álopum í Gaza síðani 7. oktober, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Gaza, sum ikki gera mun á sivilfólki og hermonnum.

Ísraelskir embætismenn meta, at yvir 14.000 frá hernaðarligum bólkum - millum annað Hamas og Islamiskt Jihad - eru dripin ella tikin til fanga.

Sambært ísraelskum metingum doyðu umleið 1.200 og 250 vórðu tikin sum gíslar, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.

 

AFP

 

Myndin her er frá einum øðrum álopi á ein skúla enn tann, sum hendi leygardagin 10. august. Á myndini hyggja palestinar nærri at skaðanum eftir eitt ísraelskt álop á ein skúla í býnum Deir al-Balah í Gaza 27. juli. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix