Páll á landsliðið aftur: Hetta hevði eg ikki væntað

A-landsliðið: Páll A. Klettskarð er aftur á landsliðnum og tað hevði hann ikki væntað

Tað er eru seks ár síðani, at Páll A. Klettskarð spældi á A-landsliðnum seinast. Í dag bleiv hann úttikin til A-landsliðsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, sum verða 24. og 27. mars. Landsliðsúttøkan kom óvart á áleyparan hjá KÍ.

 

- Nú er tað so langtsíðani, at eg havi verið við landsliðnum, at eg hevði nokk ikki væntað at gerast ein partur av tí aftur. Tað er ótrúliga stuttligt, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Tað var landsliðsvenjarin sjálvur, Håkan Ericson, sum ringdi til Páll A. Klettskarð og fortaldi honum góðu boðini.

 

- Hann ringdi til til mín áðrenn nakað bleiv kunngjørt. Eg havi eisini fingið fleiri heilsanir. Tað er bara stuttligt at síggja so nógv góð ynski allastaðni frá, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Hópurin:

 

Teitur M. Gestsson, HB

 

Mattias H. Lamhauge, B36

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Gilli Rólantsson

 

Hanus Sørensen, HB

 

Viljormur Davidsen, HB

 

Daniel Johansen, FC Fredericia

 

Odmar Færø, KÍ

 

Heini Vatnsdal, KÍ

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Andrias Edmundsson, Águilas FC

 

Jákup B. Andreasen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Bryne

 

Meinhard E. Olsen, Mjøndalen

 

Mads B. Mikkelsen, KÍ

 

Ári M. Jónsson, HB

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers

 

René Shaki Joensen, KÍ

 

Klæmint A. Olsen, Breiðablik

 

Patrik Johannesen, Breiðablik

 

Páll A. Klettskarð, KÍ

 

Pætur Petersen, KA Akureyri