Páll Fangi vann á koronu og meistaranum

6-mannafør menn: FM vinnarin Sundabáturin megnaði ikki at vinna tað aftur, sum hann misti í startinum

Tað var Páll Fangi úr Klaksvík, sum vann ólavsøkuróðurin, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á ólavsøku.

 

Páll Fangi vann á fjarðastevnu. Síðani vann Sundabáturin allar hinar róðrarnar fram til í dag, og tí var hann FM vinnari longu undan ólavsøkuni.

 

Páll Fangi hevur verið næstfremstur allar róðrarnar uttan á vestanstevnu, tá ið tað kiksaði heilt. Orsøkin var, at tveir av rógvarunum og róðurskvinnan vóru rakt av koronu og ikki vóru við í Miðvági.

 

Leygardagin í Klaksvík vóru tey við aftur. Tá megnaði Sundabáturin at vinna og tryggja sær FM heitið. Men í dag var Páll Fangi fremstur, og hann er næstbestur í FM kappingini – aftanfyri FM vinnararnar og grannarnar umborð á Sundabátinum.

 

 

 

1Páll Fangi04:28.30700
2Sundabáturin04:29.42600
3Smyril04:34.07500
4Víkingur04:35.04400
5Fortuna04:36.34300
6Hvessingur04:36.41200
7Gongurólvur04:36.45100
8Strálan04:36.46000
9Hósvikingur04:37.19000
10Glyvrabáturin04:44.27000

 

 

 

FM

 

1 Sundabáturin           47

 

2 Páll Fangi                  38

 

3 Smyril                       36