Páll skal standa uppi aftur á ólavsøku

Ætlanin er at seta standmyndina av Nólsoyar Pálli á ein stabba av basalti, sum verður settur á eitt fundament, sum verður á eini uppfylling uttan fyri bryggjukantin í Vágsbotni.

Tað var dagin eftir seinasta býráðsval, at farið varð undir at taka standmyndina av Nólsoyar Páll niður. Tað var eitt sindur ógreitt, hvørja ætlan býráðið hevði, men sagt varð, at skoytubreytin skuldi leggjast á øki, og skuldi standmyndin flytast.

 

Men skoytibreytin kom ongantíð, tí handilsfólk í miðbýnum vóru í øðini inn á ætlanina, og tí skifti býráðið støðu og slepti ætlanini. Men tá var Nólsoyar Páll farin á onkra goymslu hjá Tórshavnar kommunu.

 

Men nú er avgerð tikin um, at standmyndin skal setast upp aftur í Vágsbotni – og hesaferð uttan fyri bryggjukantin, so sum myndirnar vísa:

 

– Arbeiðið skal verða liðugt áðrenn ólavsøku, siga tey frá býráðnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##