Páll skorar triðju hvørja ferð ímóti HB

Í dag verður nýggjur maður milllum stólparnar hjá HB, sum hevur knívin á barkanum

Støðutalvan sigur, at KÍ er topplið við 24 stigum, og at HB er á triðja plássi við 15 stigum. Tí hevur HB av álvara knívin á barkanum, nú skjótt 118 ára gomlu javnaldrarnir seinnapartin hittast í Klaksvík.

 

Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson er leikbannaður. Tí verður 20 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk HB málverji í dag. Higartil í ár hevur hann seks ferðir vart málið hjá HB í næstbestu deildini, og hann var málverji, tá ið HB í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið vann 9-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

Toppskjútti í ár er Páll A. Klettskarð hjá KÍ. Hann hevur í átta dystum skorað níggju mál.

 

Tølini hjá faroesoccer.com siga, at Páll A. Klettskarð, sum leygardagin verður 31 ár, hevur spælt 285 landskappingardystir, og at 29 av teimum hava verið við barndómsfelagnum ímóti HB.

 

Í landskappingini hevur Páll skorað 157 mál. Tíggju av teimum eru skorað ímóti HB. Einaferð – í 2013 tá ið úrslitið í Klaksvík var 3-3 – hevur hann skorað tvey mál, og í átta dystum hevur hann skorað eitt mál.

 

Hjá HB er Tróndur Jensen langtíðarskaddur, og álopsspælarin Hilmar Leon Jakobsen hevur síðstu ferðirnar ikki verið við, tí hann er darvaður av skaða í knænum.

 

Hjá KÍ eru Óli Eyðsteinsson Poulsen, Børge Petersen og Cleas Philip Kronberg skaddir.

 

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00