Páll Vang til minningar

Mynd: Sosialurin

 Í landsynningi og við broddi av hørðum eystfalli fór eg suður við Smyrli henda sunnumorgunin fyri at fylgja einum gomlum vinmanni til gravar. Ikki tær bestu umstøður til sigling, men hesin túrin mátti gerast. Sjálvandi skuldi eg fylgja vinmanninum Pálli til hansara síðsta hvíldarstað undir Akurgerði. 

 

Hóast Páll var eitt stórt ár eldri enn eg, og hóast hann gekk ein flokk undan mær í Tvøroyrar skúla, so komu vit tó at fylgjast ein part av tíðini í okkara uppvøkstri sum tannáringar. Hesin fryntligi og altíð skilagóði unglingin var eisini lættur at vera væl við.  

 

Tað, sum veruliga fekk gongd á okkara vinalag, var tíðin, vit høvdu saman í TUK. Hetta felag er ivaleyst ikki til longur, men tá merkti tað Tvøroyrar Ungdóms Klubbur. Tað vóru teir báðir lærararnir Tórður Jóansson og Petur Martin Danielsen, sum tóku stig til henda felagsskap, sum skuldi fáast við annað enn ítrótt, sum nóg mikið var av frammanundan í bygdini. TUK helt til á loftinum í kappróðrarneystinum undir Heygnum. Har hugnaðu vit okkum við ymiskum spølum og ikki minst tónleiki, sum um hetta mundið floymdi inn yvir landið úr serliga Bretlandi. Eg kann somuleiðis minnast, at vit báðir vóru stavnamenn í felagsskapinum eina tíð, hann sum formaður og eg sum næstformaður, har vit so skuldu taka stig til at skipa fyri ymsum tiltøkum. 

 

Men hetta var eisini um ta tíðina, at syndarliga vanlukkan hendi pápa Páll, sum datt oman og ongantíð spurdist aftur. Hetta tók honum sjálvandi sera meint, men eg haldi, at hann fótaði seg so líðandi aftur við góðum stuðuli frá vinfólki og skyldfólki. 

 

Okkara vinalag førdi so eisini við sær, at vit tóku fyrstu fetini út í tann heimin, har vaksnamannalívið byrjar. Tað má sigast, at tað var so ikki keðiligt at uppliva hesi fyrstu fetini saman við Páll. Men alt fekk ein enda, og so ein dag í august í 1967 vóru vit báðir saman við øðrum her suðuri frá til reiðar at fara víðari við skúlagongdini og siga heimbygdini farvæl. Hann fór á Høng og eg á Rungsted, og soleiðis skiltist okkara vegir í hvørfall fyribils. 

 

Tó minnist eg eina serliga hending frá hesum degnum í august, tá vit so erpnir traðkaðu út í víðu verð. Vit hildu, at hetta onkursvegna skuldi skjalfestast, so vit fóru niðan til Bambus at taka eina mynd av okkum, áðrenn Tjaldrið legði frá bryggju. 

 

Jú, eg hitti Páll mangan seinni. Vit vóru jú starvsfelagar í skúlanum á Tvøroyri, og vit sótu í býráðnum saman eina tíð, hóast eg tá fyri tað mesta hevði varafólk inni fyri meg. Vit vóru ikki politiskt sameintir, men samstarvaðu væl og altíð við tí góða endamáli at stuðla bygdini og fólkinum. 

 

Ein dag, eg sum lærari var farin til Havnar við einum flokki at vitja ymisk støð í høvuðsstaðnum, so vitjaðu vit sjálvsagt eisini úti í Tinganesi, tí bygdamaður okkara sat har sum landsstýrismaður. Hann var sum altíð blíður og týður. Seinni beit eg merkið í, at henda skrivstovan, sum Páll hevði uttast í Nesinum, hana kom eg sjálvur at sita í eini 10 ár seinni. 

 

Hetta vóru tankar, sum runnu fram fyri meg henda keðiliga sunnumorgunin suður við Smyrli. Men tað var sanniliga hugaligt at síggja ta stóru mannfjøld, sum var møtt upp at fylgja Pálli til gravar. Hóast hann í næstan fjórðingsøld hevur livað eitt lív, merkt av sjúku, so høvdu bygdafólkini ikki gloymt hann, men við virðing og í takksemi fylgdu honum síðstu leiðina á fold. 

 

Hvíl í friði frægi vinur. 

 

Jóannes

 

Mynd: Sosialurin