Páll: Vit vóna at seta nýggjan venjara í dag

HB hevur í dag koyrt venjaran frá. Nýggjur venjari verður helst settur í dag

Fyrr í dag boðaði HB frá, at felagið hevur koyrt venjaran Kim Engstrøm, eftir fleiri misjøvn úrslit. Í samrøðu við FM1 sigur formaðurin í felagnum, Páll M. Joensen, at hann vónar, at nýggjur venjari verður settur seinni í dag.

 

- Eg vóni, at vit seta nýggjan venjara í dag, men eg fái ikki sagt meir enn tað, segði Páll M. Joensen í tíðindunum í dag.

 

Spurdur, um talan er um útlendskarn venjara, sum var á Skála og hugdi í gjár, vil Páll M. Joensen onga viðmerking gera.

 

Hann endurtekur í tíðindunum tað, sum felagið hevur skrivað í tíðindaskrivinum, at tað eru úrslitini, ið er høvðusorsøkin. Kim Engstrøm bleiv settur í januar og gjørdi ein 3-ára sáttmála. Hann náddi at vera venjari í 10 landskappingardystum. Tað bleiv til 16 stig og eitt fjórða pláss.