Pape viðgongur: Tað maður mín segði var skeivt

Forsætisráðharraevnið hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen, hevur borið skeivar upplýsingar um mann sín.

 

Konservativi formaðurin í Danmark, Søren Pape Poulsen, hevur seinastu tíðina ikki bara verið frammi, tí hann ætlar sær at gerast forsætisráðharri í Danmark.

Eisini maður hansara, Josue Medina Vasquez Poulsen, hevur skapt yvirskriftir fyri tey Konservativu. Søren Pape Poulsen harmast nú, at maður hansara hevur sagt tað, ið ikki er rætt, sum Søren Pape Poulsen hevur borið víðari til almenningin í Danmark.

– Maðurin mín hevur sagt nakað, sum er skeivt, men annað byggir á misskiljingar. Tað eru upplýsingar, sum eg havi borið víðari, men í góðar trúgv, skrivar Søren Pape Poulsen í morgin á Facebook.

Hósdagin harmaðist Pape um, at hann hevur havt fundir við leiðandi stjórnarlimir úr Dominikansk Lýðveldinum, haðani maðurin hjá Pape er ættaður, undir eini feriu í 2018. Ta ferðina var Pape løgmálaráðharri.

Pape kunnaði ikki uttanríkisráðið um fundin, sum ráðharrar vanliga gera, tá teir hitta stjórnarlimir í øðrum londum. Og tað skuldi Pape havt gjørt, segði hann í sendingini »Lippert« á TV 2 News.

Søgan er lýst í fleiri miðlum. Ekstra Bladet hevur harumframt havt fleiri søgur, sum avdúka, at Josue Medina Vasquez Poulsen hevur givið skeivar upplýsingar um seg sjálvan. Upplýsingar, sum Pape hevur borið víðari til almenningin.

Tá Pape fyri fyrstu ferð vísti Jousue Medina Vasquez sum sín unnusta í 2014, segði Pape millum anna, at forsetin í Dominikanska Lýðveldinum var »onkel« hjá unnustanum.

Men síðani er komið fram, at maðurin hjá Pape ikki er í ætt við fyrrverandi forsetan Danilo Medina Sánchez lívfrøðiliga sæð.

Áðrenn uppslagið hjá Pape á Facebook í morgun hevði Ekstra Bladet enn eina søgu um Josue Medina Vasquez Poulsen.

Hon snúði seg um, at hjúnafelagin hjá Pape ikki er jødi, sum Pape fleiri ferðir hevur sagt, men kristin. Ta søguna viðmerkir Pape ikki í uppslagnum, men skrivar víðari:

– Nógv av tí er frá barndóminum hjá manni mínum. Nú líta vit frameftir, eisini í privatlívi mínum, men fyrst vil eg eisini hyggja afturum.

– Sum Ekstra Bladet og Jyllands-Posten hava skrivað, havi eg havt fundir við politikarar úr Dominikanska Lýðveldinum. Tað er mær greitt, at eg skuldi ikki havt hitt teir politikararnar, uttan frammanundan at hava kunnað og ráðført meg við donsku uttanríkistænastuna. Tí angri eg teir fundir.

– Skeivir upplýsingar er ikki í ordan, og eg fari framyvir at tryggja mær, at tað ikki endurtekur seg.

Umberingin frá Pape kemur dagin fyri landsráðið hjá Teimum Konservativu í Keypmannahavn. Tað er fyrsta landsráð floksins, eftir at Pape boðaði frá, at hann fer eftir forsætisráðharrasessinum.

/ritzau/

 


 Josue Medina Vasquez Poulsen og Søren Pape Poulsen hava verið nógv í miðlunum seinastu tíðina. Av ymsum orsøkum. (Arkivfoto). - Foto: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix