Paris aftur í USA

Tony Paris, sum í vár fekk sekkin frá KÍ, virkar nú aftur sum venjari hjá St. Pede Raiders í USA. Hetta er felagið, har Paris var venjari, áðrenn hann kom til Klaksvíkar. Tony Paris skal í næstum upp til endaligu próvtøkuna sum UEFA A-venjari, og eftir hetta hevur hann loyvi at standa á odda fyri nýggja felagnum.