Parkeringsgjald hækkað tveir triðingar

Ein príshækking upp á 67 prosent. Tað er kostnaðurin av at alment partafelag yvirtekur virksemið frá privatum. Tann 1. oktober í ár skrúvaðu P/F Vága Floghavn av álvara upp fyri prísinum á langtíðarparkering við floghavnina

Áðrenn P/F Vága Floghavn yvirtók langtíðarparkeringina við Vága Floghavn, stóð Vága Vaktarhald fyri skipaðu langtíðarparkeringini. Tá var prísurin á langtíðarparkering 30 krónur um døgnið teir fyrstu fimm dagarnar. Men síðan tá hevur P/F Vága Floghavn yvirtikið virksemið, og fyrst í oktober í ár hækkaðu teir prísin við 67 prosentum, frá 30 krónum til 50 krónur um døgnið teir fyrstu fimm dagarnar.

Dávid Reinert Hansen, forstjóri í P/F Vága Floghavn, heldur tó ikki at henda hækkingin er ov mikið.

- Prísurin hevur ikki verðið justeraður í longri tíð. Tí valdu vit at hækka prísin eitt sindur. Sjálvt um tað er næstan ein fordobling av prísinum, so er tað enn ein relativt lágur prísur, um tú hugsar um hvat tað kostar at parkera við aðrar floghavnir, eitt nú í Kastrup, sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri.


Fortreyt fyri tænastuna

At prísurin verður hækkaður við 67 prosentum í einum, kann tykjast at vera eitt ógvusligt inntriv. Men sambært forstjóranum, Dávid Reinert Hansen, er hesin prísurin ein fortreyt fyri at kunna bjóða sínum viðskiftafólkum eina tænastu.

- Tað hevur nakrar útreiðslur við sær at hava skipaða parkering við flogvøllin. Fyri at kunna veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, er tað neyðugt at hetta verður fíggjað, vísir Dávid Reinert Hansen á.

Er tað fyri at skapa inntøkur til Vága Floghavn at virksemið er yvirtikið og prísirnir hækkaðir?

- Tað er ein partur av tí. Men vit síggja at tað er brúk fyri at gera nakrar broytingar viðvíkjandi ferðsluni við floghavnina. Millum annað skulu vit gera omankoyringina til floghavnina øðrvísi og skipa ferðsluna betri kring dyrnar til floghavnina. Skulu vit kunna taka ímóti øllum bilunum, sum koma til floghavnina, so verða vit noydd at gera ymiskar broytingar. Í fyrstu syftu verða onkrar broytingar við at ferðslan verður umløgd, og upp á sikt verða tað eisini fleiri parkeringspláss, greiðir forstjórin frá.


Prísurin ikki avvísandi

Síðan kostnaðurin á langtíðarparkering varð hækkaður, hava alsamt fleiri valt at seta bilin á básarnar, ið eru ætlaðir til styttri steðgir, upp til tveir tímar. Hetta er við at gerast ein trupulleiki, men eftir øllum at døma ein trupulleiki, ið skjótt verður loystur.

- Vit hava upplivað at fólk nú parkera aðrastaðni ístaðin, eitt nú í umráðinum, har loyvt er at steðga í tveir tímar. Men frá fyrst í januar verður parkeringsavgjald lagt á har, soleiðs at bøtur verða útskrivaðar, verður parkeringsskivan ikki sett, sigur Dávid Reinert Hansen.

Samanumtikið heldur hann at gjaldið fyri parkering hóast hækkingina er øgiliga lágt í mun til tær útreiðslur, tú annars hevur av at fara uttanlands at ferðast, og skoytir uppí, at hann heldur ikki at prísurin virkar avvísandi á brúkaran.