Tá ið stórar konsertir verða hildnar í Parkini, fer vøllurin illa av teimum mongu fólkunum, sum ganga á vøllinum, og tað sæst aftur til fótbóltsdystir. Summir danir rópa nú Parken fyri Marken, orsaka av vánaliga grasvøllinum.
Tá ið Manchester United herfyri vitjaði í Parkini og spældi í Champions League, helt venjarin hjá United, Sir Alex Ferguson, at ein orsøk til, at hansara lið ikki vann, var, at tað bar ikki til at spæla veruligan fótbólt á vánaliga vøllinum.
Tað verður eisini róð fram undir, at landsdystirnir hjá Danmark skulu flytast, tí landsliðið fær ikki spælt sín tekniska álopsfótbólt á vøllinum í Parkini.
Nevndarformaðurin í Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, lovar, at tað skal gerast nakað við vøllin í Parkini áðrenn næsta landsdystin hjá Danmark.