Partar av málinum takast uppaftur

Ávís viðurskifti í sambandi við eldsbrunan umborð á ferjuni Scandinavian Star í 1990 verða kannað av nýggjum.

Eftir áheitan frá avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í vanlukkuni, hevur ein arbeiðsbólkur hjá norsku løgregluni hugt at málinum eina ferð afturat, og í dag kom avgerðin.

 

-Arbeiðsbólkurin hevur verið sera nærlagdur í sínum arbeiði, og eftir mínum tykki vísir frágreiðng hansara, at ávís viðurskifti í málinum hava ikki verið nóg væl lýst. Sjálvt um einki nýtt er komið fram í málinum, havi eg út frá einari heildarmeting gjørt av at mæta til, at hesi viðurskiftini verða kannað av nýggjum, skrivar løgregluovastin í einari fráboðan.

 

Tey avvarandi vilja millum annað hava løgregluna at kanna tíðindi um, at nakrir menn av asiatiskari útsjónd fóru av skipinum og kvikaðu sær burtur haðani, beint eftir at skipið var komið at bryggju. Tíðindini um teir fremmandu menninar stava frá starvsfólki hjá bjargingartænastuni. 

 

Eldsbrunin umborð á Scandinavian Star kravdi 159 mannalív.