Passar væl til føroyingar

Tað heldur føroyskur badmintonspælari um kapping í Reykjavík, har føroyingar vunnu nógv heiðursmerkir.

Føroyskir badmintonspælarar hava um vikuskiftið luttikið í Reykjavík International Games, og har gekst væl hjá teimum ungu føroyingunum, ið koma aftur til Føroya við ikki færri enn 22 heiðursmerkjum – 13 av gulli og níggju av silvuri.


Føroyski Bartal Poulsen, sum umboðar Viby J í Danmark, varð eisini aftur í ár kosin til besta leikara í kappingini.


Ein av føroysku leikarunum, Gunnva Jacobsen, heldur, at støðið í Reykjavík International Games (RIG) passar ógvuliga væl til føroyskar spælarar.


- Støðið samsvarar væl við støðið í Føroyum. Tað eru nógvir tættir og góðir dystir at síggja í høllini. Tað er sera mennandi at luttaka í slíkari kapping og spæla ímóti øðrum leikarum, sigur hon við Sosialin í dag.


Saman við Sissal Thomsen vann Gunnva gull í tvímansleiki U19, og saman við Bartali Poulsen vann hon silvur í blandaðum tvímansleiki U19. Í einmansleiki vann hon silvur í U19.


Gunnva Jacobsen er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hon svarar fleiri spurningum um kappingina, um egið avrik og venjing og um framtíðina í føroyskum badminton.