Talan var ikki um tann allarbesta dagin fyri føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag.
Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Akranesi taptu á heimavølli stórt 1-5 fyri Breiðablik. Talan var um fyrsta ósigurin hjá Akranesi hetta kappingarárið.
Akranes 1 - 5 Breiðablik
0-1 Kristinn Steindórsson ('3)
0-2 Ísak Snær Þorvaldsson ('7)
0-3 Ísak Snær Þorvaldsson ('25)
0-4 Dagur Dan Þórhallsson ('64)
1-4 Viktor Örn Margeirsson ('77, sjálvmál)
1-5 Anton Logi Lúðvíksson ('87)
Patrik Johannesen hevði onkra góða roynd, men hann var ikki millum málskjúttarnar tá lið hansara, Keflavík tryggjaði sær fyrsta stigið við 3-3 javnleiki á heimavølli móti ÍBV. Teir í Keflavík kunnu iðra seg, tí ÍBV javnaði til 3-3 tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Keflavík 3 - 3 ÍBV
1-0 Joey Gibbs ('22)
2-0 Rúnar Þór Sigurgeirsson ('30)
2-1 Andri Rúnar Bjarnason ('52)
2-2 Telmo Castanheira ('64)
2-3 Sigurður Arnar Magnússon ('82)
3-3 Adam Árni Róbertsson ('93)
Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR leiktu javnleik 0-0 móti KA á heimavølli í Reykjavík.
Ígjár leiktu Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH javnleik 2-2 móti Vali á heimavølli.
Komandi mikukvøld leikar KR útidyst móti ÍBV. Sama kvøld leikar FH á útivølli móti KA á Akureyri. Akranes leikar eisini útidyst móti Vali hetta kvøldið. Komandi hóskvøld tekur Keflavík móti Leiknir á heimavølli.
Tey fýra føroyingaliðini eru á stigatalvuni at finna millum sjey tey aftastu liðini:
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Breiðablik | 4 | 4 | 0 | 0 | 13:2 | 12 |
2 | KA | 4 | 3 | 1 | 0 | 7:2 | 10 |
3 | Valur | 4 | 3 | 1 | 0 | 7:4 | 10 |
4 | Stjarnan | 4 | 2 | 2 | 0 | 11:7 | 8 |
5 | Víkingur Reykjavík | 4 | 2 | 0 | 2 | 10:10 | 6 |
6 | Akranes | 4 | 1 | 2 | 1 | 7:8 | 5 |
7 | KR | 4 | 1 | 1 | 2 | 5:4 | 4 |
8 | FH | 4 | 1 | 1 | 2 | 7:9 | 4 |
9 | ÍBV | 4 | 0 | 2 | 2 | 5:9 | 2 |
10 | Fram | 4 | 0 | 2 | 2 | 5:10 | 2 |
11 | Leiknir | 3 | 0 | 1 | 2 | 1:5 | 1 |
12 | Keflavík | 5 | 0 | 1 | 4 | 7:15 | 1 |